Skriva út
Lagt út: 23.07.2009

Tíðargrein: ES-tunnil letur upp í heyst


Í sambandi við at embætisverkið í Føroyum og ES hava undirskrivað avtalu um granskingarsamstarv, hevur Annika Sølvará tíðargrein í Sosialinum mikudagin 22. juli.

Víst verður m.a. á, at avtalan við ES um granskingarsamstarv í sær sjálvum ikki er eitt gullegg. Talan er um karmar og infrakervi, sum nú skulu roynast í verki. Vit kunnu siga, at vit við Løgtingsins góðkenning – vónandi og væntandi – í heyst fáa ein nýggjan tunnil til okkara granskingarumhvørvi at ferðast í. Tað er so upp til granskingarumhvørvið at gera av, hvussu stór ferðslan verður og um hendan íløgan í tunnilin loysir seg samfelagsbúskaparliga.

Eisini verður víst á, at fleiri av okkara ungu, sum hava lisið uttanlands, fara í holt við granskingarútbúgving eftir loknan lestur. Trupult hevur verið at fingið hesi vælútbúnu fólkini aftur til Føroya. Í People serskánni eru serligar skipanir, sum gera tað møguligt hjá ungum granskarum at fáa fíggjarligan styrk at koma til Føroya at granska.

Í búskaparliga trongum tíðum eru hyggjuráðini serliga at satsa uppá útbúgving og gransking. Hetta gera øll okkara grannalond í løtuni. Granskingarráðið metir at tí, at tað er rætt at fylgja hesum málinum, sum vit hava arbeitt við í fleiri ár, og gera endaligu bindandi avtaluna fyri Føroyar við teimum fíggjarligu avleiðingunum, sum hetta viðførir

Atgongd til FP7 er ein av fortreytunum fyri støðugari menning av føroyska granskingarumhvørvinum, tí hetta fer at geva okkum atgongd til fígging, granskingarnetverk og ikki minst tøkni. Við eini lutfalsliga lítlari íløgu, kunnu okkara bestu granskingarumhvørvi økja munandi um sítt virksemi innan fleiri týdningarmikil øki, og harvið gerast virknir partar av europeiska granskingarøkinum - European Research Area

Les alla greinina her