Skriva út
Lagt út: 12.10.2020

Thetis fingið stuðul frá heilivágsfyritøku

Kanningarstovan Thetis hevur fingið játtaðan granskingarstuðul frá stóru heilivágsfyritøkuni Pfizer. Játtanin er kr. 700.000.

Játtanin er til eina verkætlan, har endamálið er at kanna møguligar broytingar í serotypum hjá bakteriuni streptococcus pneumococci eftir innkoyring av koppsetingini PCV-13 í 2008 í Føroyum. Hendan bakterian kann elva til blóðeitran, lungnabruna, millumoyrabruna og meingitis.

Verkætlanin kallast: “Pneumococcal serotypes in invasive disease and change in pneumococcal carriage and disease prevalence in the Faroe Islands”.

Stuðlaða verkætlanin er ein uppfylging frá ph.d.-verkætlanini hjá Maritu Debess Magnussen. Verkætlanin verður ein post.doc verkætlan og kemur at koyra frá 2021 til 2023.