Skriva út
Lagt út: 09.12.2020

Temablað um føroyskan búskap og politikk

Danska samfelagsvísindaliga tíðarritið Økonomi & Politik hevur givið út eitt temablað um føroyskan búskap og politikk. Allar vísindaligu greinirnar í blaðnum eru skrivaðar av føroyskum høvundum.

Greinirnar snúgva seg millum annað um føroyskan politikk á vegamóti millum gamlar politiskar siðvenjur og nýggjar fyrisitingarskipanir, um føroyskan búskaparvøkstur av útflutningi, um føroyskan altjóða politikk, um stríðið um fiskin og um dreymin um oljuna.

Føroysku granskararnir, ið geva sítt íkast til blaðið, eru Lau Øfjord Blaxekjær, ph.d., Hallbera West, ph.d., Magni Laksafoss, ph.d., Jens Christian Svabo Justinussen, ph.d., Hans Ellefsen, ph.d., Árni Jóhan Petersen, ph.d.-lesandi, Gestur Hovgaard, professari, Ragnheiður Bogadóttir, ph.d., og Martin Mohr Olsen, ph.d.-lesandi.

Felagið fyri Søgu og Samfelagsbúskap og forlagið Djøf geva út tíðarritið Økonomi & Politik. Temablaðið um Føroyar kann lesast her.