Skriva út
Lagt út: 20.05.2010

Tema: Ovurviðkvæmi og astma


Blómusáð, luktilsi og okkara ílegur eru millum orsøkirnar til, at vit í alt størri mun gerast ovurviðkvom. Danski vísindaportalurin hevur gjørt eina tema-síðu við ymiskum greinum, um vitanina aftanfyri astma og ovurviðkvæmi.

Tema síðan er býtt upp í tíggju undirevni, sum hvørt í sínum lagi viðgera ymiskar viðkomandi spurningar. Eitt nú verður spurt um hví fólk fáa ovurviðkvæmi. Víst verður á at fjórði hvør dani hevur trupulleikar í gerandisdegnum við luktum, sum eru framleiddir á kemiskum verksmiðjum.

Eitt annað evni snýr seg um hvussu fremsta granskingin roynir at loysa gátuna við ovurviðkvæmi.

Hevur tú hug at vita meir um ovurviðkvæmi og astma, so er nýggja tema-síðan ein oasa av vitan um øki.

www.videnskab.dk