Teldutøkt tilfar um fiski- og alivinnuna
Heimasíðan sjófeingi.fo er nú klár við fjølbroyttum tilfari um fiski- og alivinnuna í Føroyum, tí skipaði Sjókovin mánadagin fyri væleydnaðum tiltaki í Bátasavninum í Leirvík.
Tað eru Nám, Tøkni og Sjókovin, sum júst eru liðug við verkætlan at gera teldutøkt undirvísingartilfar um burðardygga fiski- og alivinnu. Tilfarið er nú klárt at brúka í fólkaskúlanum. Á tiltakinum varð tilfarið lagt fram, umframt at greitt var frá tilgongdini og samstarvinum millum partarnar.
Nám tekur sær av lærandi partinum í verkætlanini. Rannvá Hansen frá Námi greiddi frá, hvussu lærarar og næmingar kunnu brúka nýggju síðuna í skúlanum og hvussu Nám samstarvar við uttanhýsis partar.
Ólavur Ellefsen greiddi frá leiklutinum hjá fyritøkuni Tøkni, sum hevur ment sjofeingi.fo, og um nýtslu av slíkum heimasíðum í undirvísingarhøpi. Hann vísti fleiri góð dømi, sum til ber at arbeiða víðari við í menningini av tilfari til skúlan.
At enda greiddi Unn Laksá frá Sjókovanum frá, hví Sjókovin ynskir at menna undirvísingartilfar um okkara høvuðsvinnu. Í framløgu sínari legði Unn dent á, hvussu tilfarið hevur verið savnað og útvegað, m.a. um skip og bátar, fyritøkur og alibrúk, sum eru samvirkin partur á heimasíðuni. Greitt var frá um uppgávur til skúlabrúk við spurningum um havið og fiskasløgini, og hvussu lærari og næmingur kunnu samskifta um uppgávuna beinleiðis á síðuni.
Sjófeingi.fo er á tremur við tilfari til fólkaskúlan, men tað hevur uttan iva eisini áhuga hjá øðrum. Har eru fleiri filmar og filmsbrot, eitt savn við sendingum úr m.a. Kringvarpinum og fyrilestrar frá Vísindavøku.
Sjósetingin av hesi nýggju heimasíðuni er í góðum samljóði við Havsins áratíggju 2021-2030, sum Sameindu Tjóðir hevur sett á breddan undir heitinum Ocean Decade. Ein høvuðsraðfesting hjá ST er nevniliga kunnleiki um havið.
Í sambandi við Havsins áratíggju 2021-2030 er ætlanin hjá ST at gera fjølbroytt talgilt kort og tilfar um havið, menna upplýsandi tilfar um vistskipanir og at byggja upp frálæruførleikar, so at øll betur skilja havið og týdningin av reinum og burðardyggum heimshøvum.
Vitja Sjofeingi.fo
Vitja síðuna hjá Sjókovanum her
Les meira um Havsins áratíggju her