Skriva út
Lagt út: 29.10.2004

Telda tosar føroyskt við blind

Sjónveikir og blindir føroyingar fáa skjótt møguleikan at samskifta um teldupost og ríða á alnetinum á føroyskum. Eitt forrit hevur leingi verið ávegis, og nú eru bert snøklar eftir.

Tann sjónveiki nýtir eitt forrit, at finna fram á telduni. Eitt annað forrit verður brúkt til at lesa tekstin. Røddin, ið lesur upp, líkist so nógv sum gjørligt einari vannligari rødd.

Slík forrit hava verið í mong ár, men ikki á føroyskum máli. Tað merkir, at tann sjónveiki hevur fingið lisið tekstin upp á útlendskum máli - eitt nú íslendskum, norskum, enskum ella týskum.

-Útlendsku forritini eru sjálvandi ikki so væl egnaði til føroyskan tekst, sigur Uni Rasmussen sum er blindur. Hann fegnast um føroysku skipanina, sum hann hevur roynt og væntar sær nógv av.

- Áður havi eg nýtt eitt íslendskt forrit til at lesa mín teldupost. Hon lesur hampuliga væl føroyskt, men úttalar eitt nú øll ð’ini. Tað ger, at eg má kýta meg at skilja tekstin, sum verður lisin upp. Við føroysku skipanini kann eg slappa av, meðan eg lurti, sigur Uni. Hann er massørur, og umframt til alnetið og teldupost, nýtur hann taluforrit at gera roknskapin hjá fyritøkuni.

Snøklar eftir

Talutelduskipanin hevur verið ávegis í fleiri ár. Hon er gjørd í samstarvi við serfrøðingar í Íslandi og Norra. Karin Kass, leiðari á Føroya Blindastovni er verkætlanarleiðari. Og tað er Sjúrður Gullbein, ið hevur staðið fyri partinum við føroyska málinum. Fyri einum ári síðani tosaði hann um 4000 ljóðbitar inn á teldu. Tað tók nakrar dagar at lesa upp volapykkorðini, har ljóðini eru bygd inn, so forritið kann seta tey saman til føroysku orðini, ið skulu lesast upp.

- Heilt ítøkiligt er tað okkum nú tørvar, at fáa forritið at lesa onnur tekn enn vannligar bókstavir - eitt nú %, @, komma og punktum.

- Eg veit ikki nær forritið verður liðugt, men tað verður liðugt, slær Sjúrður fast. Ein orsøk til at arbeiðið er seinkað er, at ein av samstarvspartnarunum bráðliga gjørdist álvarsama sjúkur.

Nógvir stuðlar

Granskingarráðið hevur latið 220 000 krónur til verkætlanina. Høvuðsstuðlar eru annars NORFA  og Nordisk Ministeråd, sum til samans hava latið meira enn tríkvarta millión. Umframt hava nógvar fyritøkur og góðgerðarstovnar latið sítt íkast. Fyrstu pengarnir komu frá Skótahjálpini, sum í 1999 lat 40 000 krónur til menningina av talutelduforriti til sjónveikar og blindar føroyingar.