Skriva út
Lagt út: 03.10.2013

Tekningar til kapping framsýndar á Facebook

Allar tekingarnar, sum komu inn til teknikappingina matur og gransking, vóru framsýndar á Vísindavøkuni.  Nù ber eisini til at síggja myndirnar talgilt. Allar tekningarnar eru skannaðar og lagdar í eina myndamappu á Facebooksíðuni hjá Granskingarráðnum

Fyrstu 6 tekningarnar eru vinnaratekningarnar. Síðani hava vit roynt at bólka tær eftir flokkum, har tað eru flokkar, sum hava teknað. Vit hava sett navn og aldur á. Fleiri børn hava skrivað viðmerkingar til myndirnar, hesar hava vit valt ikki at skrivað av, men heldur lata myndirnar tala fyri seg.

Um okkurt navn, aldur ella flokkur er komin skeivt fyri, heita vit á avvarðandi um at senda okkum eini boð umvegis Facebook ella við telduposti gransking@gransking.fo, so rætta vit sum skjótast. 

Les eisini um teknikappingina og vinnararnar her