Skriva út
Lagt út: 13.09.2023

Teknikapping fyri børn og ung

Hvussu ímyndar tú tær, at ein granskari sær út? Hvussu arbeiðir ein granskari? Hvussu sær arbeiðsplássið út? Er tað ein kona ella maður? 12, 25, 50 ella 70 ár?

Granskingarráðið skipar fyri eini teknikapping fyri børn og ung sum upphiting til Vísindavøkuna.

Vit hava gjørt eitt skjal, sum til ber at taka niður her og prenta.

Tað ber væl til at brúka ein skúlatíma til at tekna og tosa um gransking. Tað ber sjálvandi eisini til at tekna sjálvi heima.

Tey, sum hava hug at luttaka, kunnu tekna eina mynd á hetta skjalið. Skriva navn, skúla og flokk á. Tak myndina við á Vísindavøku fríggjadagin 22. september og koyr hana í kassan, sum er á borðinum hjá Granskingarráðnum á Svalanum. Ella skanna og send okkum myndina við telduposti á gransking@gransking.fo í seinasta lagi 24. september.

Aftaná fer Granskingarráðið at velja upp til 3 vinnarar, sum fáa 500 kr hvør.

Við at luttaka góðtaka tit, at vinnaramyndirnar og onkrar afturat verða vístar á gransking.fo og á sosialu miðlum okkara.