Skriva út
Lagt út: 01.06.2018

Taraaling ber til úti móti opnum havi

Í vísindaligari grein frá granskarum í Føroyum verður staðfest, at aling av tara á økjum, sum líkjast umstøðum á opnum havi, er gjørlig. Greinin er útgivin í Algal Research vol. 33. Granskingin vísir eisini, at til ber at ala í munadyggum nøgdum, men tó skal framhaldandi menning gerast fyri at lækka framleiðslukostnaðin.

Aliskipanin er ment og roynd av føroyska tara alifelagnum Ocean Rainforest. Nýskapandi línuskipanin  verður kalla MACR (Macro Algal Cultivation Rig), og hon er roynd við Múlan uttast á Funningsfirði síðani 2010, har signifikanta alduhæddin er máld upp til 6 metrar. Dýpið á alistaðnum er millum 50 og 70 metrar.

Granskingin hevur eisini víst, at munandi fyrimunir eru við at ala tara í Føroyum í mun til onnur støð, tí til ber at skera tara av sáddum línum fleiri ferðir uttan endursáing. Fyri hvønn skurð verður eitt petti av tarablaðnum eftir á línuni til endurvøkstur – og hettar minkar um kostnaðin av sáing og nýtslu av línum. Við at nýta hendan mátan, vóru 4 heystingar møguligar í einum tvey ára tíðarskeiði á somu línum, og harvið minkaði tann samlaði kostnaðurin  við umleið 75%, í mun til at línir skuldu verið sáddur og settar út til hvønn skurð.  Hetta ber serliga væl til í Føroyum, tí lági sjóvarhitan heldur sær javnt alt árið.

Urd Grandorf Bak, vinnu-ph.d lesandi hjá Ocean Rainforest sigur: “Vit eru sera glað fyri úrslitið av royndunum. Hetta bendir á, at taraling kann fremjast í størri skala á opnum havi. Tað vil viðvirka til eitt sunnari havumhvørvi, tí tari upptekur m.a. CO2 og nitrogen og vil eisini fremja fjølbroytni rundan um alingina reint lívfrøðiliga. Í mun til marknaðin, so hevur tari fingið ein sokallaðan “superfood” status, og tað sæst aftur í, at eftirspurningurin eftir tara til matvøru í Europa ongantíð hevur verið størri. Haraftrat kann tari verða eitt burðardygt alternativ fyri vørur, sum annars skulu framleiðast við onkrum slag av kolvetni. Nógv gransking fer fram í mun til at brúka tara sum bio-orku ella sum bio-plastik.  Tað er ein spennandi tíð fyri framman í hesari nýggju vinnuni.”

Granskingin er gjørd í samstarvi millum Urd Grandorf Bak og Ólav Gregersen frá Ocean Rainforest og Agnes Mols-Mortensen frá Fiskaaling/TARI – Faroe Seaweed.

Greinin kallast “Production method and cost of commercial-scale offshore cultivation of kelp in the Faroe Islands using multiple partial harvesting” og kann lesast her

Eru spurningar til greinina ber til at seta seg í samband við Ólav Gregersen hjá Ocean Rainforest á olavur@oceanrainforest.com  ella telefon +298 233080

Granskingin hjá Ocean Rainforest í taraaling er stuðlað úr Granskingargrunnurin, sí lýsing av verkætlan í Stuðulsyvirlitinum

Granskingargrunnurin stuðlar eisini verkætlan hjá TARA – Faroe Seaweed, sí lýsing her

Mynd: Taraaling á Funningsfirði