Skriva út
Lagt út: 15.02.2019

Tannlæknar og tannrøktarar síggja, um børn hava verið fyri ágangi

Í nýggjari grein, sum Unn Jakobsen, tannlækni, hevur skrivað saman við øðrum, verður staðfest, at tannlæknar og tannrøktarar í Føroyum eru varug við tey børn og ung, sum eru útsett fyri ágang ella umsorganartrot, samstundis sum tað eru nógv viðurskifti, sum fáa tannheilsustarvsfólk at aftrast við at fráboða slíkan varhuga.

Greinin byggir á kanning, sum Tannlæknafelagið og Unn Jakobsen hava gjørt við stuðli frá Sjúkrakassagrunninum. Greinin kallast: “Dental professionals' experience with and handling of suspicion of child maltreatment in a small‐scale society, the Faroe Islands”. Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum Clinical and Experimental Dental Research og kann frítt lesast her

Høvundarnir eru Unn Jakobsen,  Anna Sofia Fjallheim, Hannes Gislason, Eina Gudmundsen, Sven Poulsen  og Dorte Haubek.

Kanningin í stuttum

Endamálið við kanningini var at kanna og lýsa, hvussu ofta tannlæknar og tannrøktarar í einum lítlum samfelagi sum tað føroyska hava illgruna um fysiskan ágang ella umsorganartrot av børnum og hvussu tey handfara hesa støðuna. Eisini var ynski at kanna, um tætta sambandið millum fólk í Føroyum ger, at starvsfólk á økinum handfara støðuna øðrvísi, enn teirra starvsfelagar í størri londum gera.

Eitt oyðublað, sum varð umsett og tillagað úr donskum, varð sent til 71 starvsfólk á økinum, 44 tannlæknar og 27 tannrøktarar. 51 av hesum svaraðu við fullfíggjaðum upplýsingum, tað eru 72%, sum verður mett nøktandi.

61% av teimum, sum svaraðu, høvdu onkuntíð í teirra arbeiðslívi havt illgruna um at hava verið í samband við eitt barn ella ungt fólk, sum hevði verið fyri ágangi ella umsorganartroti, 33% høvdu havt illgruna seinastu 6 mánaðirnar, meðan 10% vóru vís í, at tey høvdu verið í samband við eitt útsett barn, seinastu 6 mánaðirnar.

Av teimum, sum høvdu havt illgruna onkuntíð í teirra starvi, høvdu 39% boðað frá hesum illgruna. Høvuðsorsøkir til ikki at boða frá illgruna vóru: Ivi um illgrunin var rættur, ótti fyri avleiðingunum fyri barnið og vantandi vitan um mannagongdir.

2 (4%) av luttakarunum høvdu fingið tilfar, har leiðreglur um børn, sum eru í vanda fyri ágangi ella umsorganartroti, verða lýstar.

90% av teim spurdu tannheilsustarvsfólkunum hildu seg ikki hava fingið nóg góða kunning um, hvussu tey skulu bera seg at, tá børn/ung hava verið fyri ágangi ella umsorganartroti.

Føroysku starvsfólkini á økinum høvdu oftari (61%) illgruna um ringa viðferð av børnum, enn starvsfelagar í Danmark (38%), Skotlandi (29%) og Kroatia (26%).

Títtleikin av illgruna um ringa viðferð av børnum er hægri í Føroyum enn í størri samfeløgum. Føroysku starvsfólkini tykjast eisini boða oftari frá teirra illgruna, enn teirra starvsfelagar í Skotlandi gera.

Kanningin bendir á, at sosialu sambondini í einum lítlum samfelagi kunnu ávirka, hvussu tannheilsustarvsfólk uppfata og handfara ringa viðgerð av børnum.

Unn Jakobsen, sum hevur gjørt kanningina, sigur:
- Úrslitini frá kanningini geva okkum orsøk til at halda, at tað framvegis hevur stóran týdning við upplýsing og kunnandi tiltøkum til starvsfólk, sum arbeiða við børnum og ungum um hesi mál. Eisini er neyðugt  við leiðreglum og alt bendir á, at hesar skulu snikkast soleiðis til , at hædd verður tikið fyri teimum avbjóðingum, sum eitt lítið samfelag  sum tað føroyska, hevur.

Nýggj skipan við Sjúkrakassagrunninum

Tá Granskingarráðið í 2014 fekk ábyrgdina av at umsita fæið úr Sjúkrakassagrunninum fylgdu nakrar leiðreglur við. Her varð ásett, at ein nýggj stuðulsskipan við fleiri amboðum skuldi roynast fyri at fáa fleiri partar í samfelagnum at skipa fyri tiltøkum og gera kanningar, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Ein partur av fænum varð settur av til kunningarátøk og smærri verkætlanir, sum viðkomandi áhugafeløg høvdu møguleika at søkja saman við fakfólkum á økinum. Hetta varð kallað Høvuðsøki 1. Á hesum økinum er stuðul latin til fyrilestrar, ráðstevnur, skeið, gerð av kunningartilfari, framsýningar og til kanningarverkætlanir.  

Kanningarverkætlanir eru eitt salg av undanverkætlanum til granskingarverkætlanir. Tær eru minni, hava styttri tíðarkarm og onnur krøv til luttakarar. Í Sjúkrakassagrunninum kunnu áhugafeløg søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavare.

Verkætlanin hjá Unn Jakobsen og Føroya Tannlæknafelag var fyrsta kanningarverkætlanin, sum varð stuðlað úr Sjúkrakassagrunninum, og er eisini tann fyrsta, har úrslitini eru almannakunngjørd í einum vísindaligum tíðarriti.

Les meira um Sjúkrakassagrunnin her 

Yvirlit yvir verkætlanir, sum hava fingið stuðul frá Høvuðsøki 1, sæst her

Mynd: Tilvildarlig savnsmynd