Skriva út
Lagt út: 10.08.2016

Tann góða umsóknin til Horizon 2020

Skeið verða hildin í Keypmannahavn og Odense í september við undirvísing í, hvussu ein góð umsókn verður skrivað.

Tað er danska EuroCenter, ið fyriskipar skeiðini og gevur frálæru, umframt at metingarfólk og stuðulsmóttakari eisini fara at siga sínar royndir. Skeiðið er ætlað teimum, sum ynskja at fara undir at skriva umsókn til Horizon 2020 ella sum vilja átaka sær at ráðgeva øðrum í, hvussu ein góð umsókn verður skrivað.

Á skeiðinum verður greitt frá um Horizon 2020, viðgerðina av umsóknum og hvussu ein umsóknartilgongd verður løgd til rættis. Eisini verður metingin av umsóknum og krøvini  til umsóknina gjøgnumgingin.

Skeiðið kostar kr. 3000 + moms.

Í Keypmannahavn verður skeiðið hildið 13. september 2016 frá kl. 09:00  til 16:00  
Eigtveds Pakhus
Asiatisk Plads 2G
1448 København K
Tilmelding her

Í Odense verður skeiðið hildið 20. september 2016 frá kl. 09:00  til 16:00  
First Hotel Grand
Jernbanegade 18
5000 Odense C.
Tilmelding her

Les meira á heimasíðuni hjá EuroCenter her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.