f9534bc2c46b98c35756daccd4ccb3ea.png
Skriva út
Lagt út: 13.08.2015

Tann góða umsóknin til Horizon 2020

Hvussu verður ein góð umsókn skrivað? Nú ber til at luttaka á skeiði hjá EuroCenter, ‘Den gode ansøgning til Horizon 2020’, har tú fært vitan og íblástur, kanst læra av royndunum hjá øðrum umsøkjarum og læra at skilja metingarháttin hjá ES.

Undirvíst verður í, hvussu ein framúrskarandi umsókn verður skrivað, hvat ES leggur dent á, og hvussu man mennir tilgongdina at skriva eina umsókn. Farið verður í smálutir í umsóknini og tú fært nýggja vitan, sum kann gera tína umsókn til eina vinnandi umsókn í Horizon 2020.

Á skeiðnum fara granskarar, sum hava prógvað úrslit, og metingarfólk at siga frá sínum royndum.

Skeiðini verða í Keypmannahavn og Århus. Kostnaður er 3000kr. + moms.

Tann 15. september 2015 verður skeið í Eigtveds Pakhus, Asiatisk Plads 2G, 1448 København K

Tann 24. september 2015 verður skeið á Scandic Aarhus City, Østergade 10, 8000 Aarhus C

Les meira og melda til hjá EuroCenter

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum