Skriva út
Lagt út: 12.05.2011

Syng fyri barni tínum!

Fyri at fyribyrgja talutrupulleikum seinni í lívinum, eiga foreldur hvønn dag at syngja fyri sínum barni, sigur bretski granskarin Sally Goddard Blythe.

Flestu foreldrum dáma væl at syngja fyri børnum sínum, og bæði børn og foreldur hava stóra gleði av hesum.

Skulu vit trúgva niðurstøðuni í bókini hjá Sally Goddard Blythe, stjóra á tí bretska universitetinum fyri nevrofysiologiskari sálarfrøði, so eiga foreldur at halda fram við at syngja fyri børnum sínum.

Betra um heilan hjá barninum
Sally Goddard Blythe, stjóri á tí bretska universitetinum fyri nevrofysioloisk sálarfrøði, hevur givið út fleiri bøkur um børn og teirra uppvakstrarkor.

Nýggjasta bókin hjá henni “The Genius of Natural Childhood” vil vera við, at kendir barnasangir og nýtslan av siðbundnum barnarímum er við til at gera heilan hjá børnum betur føran fyri at læra mál, skrivar The Guardian.

Sally Goddard Blythe vil vera við, at foreldur eiga millum annað at syngja fyri børnum sínum hvønn dag. Hetta vil forða fyri talutrupulleikum seinni í lívinum.

Ov mong tøl og bókstavir
Í teimum fyrstu barndómsárunum er ov stórur týdningur lagdur á at lesa, skriva og brúk av tølum, og ov lítiil dentur á sang, sigur Sally Goddard Blythe.
 
At syngja vælkendar barnasangir og barnarímur fyri pinkubørnum og smærri børnum, áðrenn tey læra seg at tosa er «ein týdningarmikil fyrireiking til seinni at fáa námsfrøðilig góð úrslit og kensluliga vælveru», skrivar Sally Goddard Blythe í síni bók.

- Sangur er eitt serligt slag av talu. Góðanátt-sangir og rím geva í ein og hvørjari mentan sítt egna eyðkenni, og bendingar av móðurmálinum betra um oyra og røddina hjá barninum, og heilan aftan fyri málinum, sigur Sally Goddard Blythe.

Báðar síður av heilanum
Ástøðið í bókini sigur, at siðbundnir barnasangir stimbra eginleikarnar hjá børnum til at hugsa í orðum, og tað at lurta eftir sangum og rímum mennir báðar síðurnar av heilanum.

- Granskingin vísír, at tónleikur ávirkar meira enn bert tey sentralu støðini í heilanum, stórir partar av høgra og vinstra heila ávirkast eisini, sigur Sally Goddard Blythe.

Sally Goddard Blythe sigur, at tað er betri at syngja «live» enn bara at seta eina fløgu á.
- Syng «live»

- Børn ávirkast øðrvísi av at hoyra tónleik «live» enn at hoyra upptøkur av tónleiki. Pinkubørn eru serliga móttakilig fyri læring, tá tey hoyra foreldur síni syngja fyri teimum. At syngja saman við foreldrunum mennir samskiftið millum foreldur og børn, skrivar Sally Goddard Blythe í síni bók.

Og ikki nokk við tað; skalt tú hava sum mest burtur úr menningini av taluni hjá barninum, so skulu tey eisini dansa.

- Enn betur er, um tú ikki bert syngur, men eisini lærir barnið rørslur til tónleik og eggjar barninum til at dansa. Tá læra tey balansu, samskipan og rútmu.

Kelda:  Forskning.no