Skriva út
Lagt út: 11.08.2016

Svimjing við nógvari ferð kann fyribyrgja diabetes

Í nýggjari grein, sum Magni Mohr og Pál Weihe hava skrivað saman við donskum og enskum starvsfeløgum, verður staðfest, at svimjivenjing við nógvari ferð regluliga í einum 15 viku skeiði kann fyribyrgja diabetes.

Greinin er úrslit av kanning, sum Magni Mohr hevur staðið fyri í Føroyum við stuðli úr Granskingargrunninum.

Greinin kallast Low-volume high-intensity swim training is superior to high-volume low-intensity training in relation to insulin sensitivity and glucose control in inactive middle-aged women.
Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og kann lesast her 

Kanningin vísir, at tað gevur munandi betri nyttu at svimja skjótt í styttri tíðarskeið, enn seinni í longri tíðarskeið. Insulinkenslusemið batnar 22 prosent av venjing við nógvari ferð, meðan eingin munur sæst hjá teimum, sum svumu við lítlari ferð.

Hetta er sera týdningarmikil vitan hjá fólki, sum ynskja at fyribyrgja diabetes og aðrar lívstílssjúkur.

Kanningin varð skipað soleiðis:
62 kvinnur um miðjan aldur, sum høvdu eitt sindur ov høgt blóðtrýst, luttóku í kanningini. Tær svumu 3 ferðir um vikuna í 15 vikur. Tær svumu crawl í 30 sekund við 2 minuttir hvíld ímillum hvørja svimjing, 6-10 ferðir til hvørja venjing. Hvør venjing vardi 15-25 minuttir.

Næsta stig hjá granskarunum er at kanna, hví venjingin við nógvari ferð hevur so góða ávirkan.

Úrslitini eru frá verkætlanini “Sundhedseffekter ved intervaltræning for 30-55 årige kvinder - kardiale, metabolske og knoglemæssige adaptationer ved 4 mdrs svømme- og fodboldtræning “ hjá Magna Mohr, verkætlanarleiðara og er stuðlað úr Granskingargrunninum. Greinin er ein av fleiri frá somu verkætlan. Les meira her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.