Styrk títt netverk við COST
Tann 12. mai kl. 12.30–14.00 verður norðurlendskur kunningarfundur um COST.
COST gevur granskarum møguleika at gerast partur av altjóða fakligum netverkum og samstarvi tvørtur um lond og fakøki. Gjøgnum eina COST Action kunnu granskarar knýta sambond við fremstu serfrøðingar í Evropa, fáa stuðul til ráðstevnuferðir, skeið og granskingarvitjanir uttanlands – og samstundis styrkja sínar egnu verkætlanir og førleikar. COST er ofta byrjanin til nýggj samstarv, nýggj hugskot og størri granskingarverkætlanir. Kanningar vísa, at luttøka gevur størri sannlíkindi at fáa stuðul úr øðrum altjóða fíggingargrunnum. Granskarar úr Føroyum kunnu gerast partur av teimum umleið 300 virknu COST netverkunum kring Evropa.
Fundurin 12. mai er á netinum og fer serliga at snúgva seg um luttøku í eini COST Action og tí ikki so nógv um umsóknartilgongdina. Tað verða frásagnir frá COST-luttakarum, umframt at tíð er sett av til spurningar. Luttakarar eru vælkomin at senda Granskingarráðnum uppskot um evni, sum tey ynskja at fáa umrødd.
Vertir eru COST umboð úr Noregi, Svøríki, Danmark, Finlandi, Íslandi og Føroyum. Hetta er aðru ferð at COST umboðini í Norðurlondunum í felag skipa fyri talgildum kunningarfundi um ymsu møguleikarnar fyri luttøku í COST Actions.
Skráin fyri fundin, sum er á enskum:
12.30: Welcome, presentation of CNC’s from the Nordic countries
12.35: Opening remarks by the President of the COST Association Åse Gornitzka, Professor, Department of Political Science, University of Oslo
12.40: Participation in a COST action: Bart Veys, Head of the Policy Unit of the COST Association
12.55: My experiences in COST actions: Georgios Kararigas, Professor at the Medical School University, Nicosia, earlier University of Iceland. Owns extensive experience at COST, included as Science Communication Coordinator and as Training School Coordinator
13.10: Panel Discussion, Moderator: Mikko Ylikangas, Finnish CNC
- Georgios Kararigas
- Vootele Voikar, Research Coordinator of Helsinki Institute of Life Science, University of Helsinki, Chair of a recently concluded COST Action, and currently member of the Management Committee of COST Action “European Initiative to Enhance the Current SABV Policy in Preclinical Biomedical Research”.
- Runa Guðmarsdóttir, Director, Erasmus+ National Agency at Rannis, stakeholder advisor for a Working Group in a COST action.
- Ellenor Divine, Head of the Swedish Research and Innovation Office in Brussels, experience in how COST can improve success for applications to the framework program
13.40: Q & A
14.00: End of the event
Málbólkur: Granskarar úr Norðurlondum, sum hava áhuga í teimum ymisku møguleikunum, sum COST bjóðar.
Tilmelding er neyðug og luttakarar fáa skrá og leinki til fundin nakrar dagar undan fundinum. Skráset tína luttøku her