Skriva út
Lagt út: 16.05.2022

Styrk títt altjóða netverk

Tiltak til tín, ið arbeiðir í fyritøku ella á granskingarstovni
Til tín, sum tekur ph.d.-útbúgving og ynskir at hoyra meira um altjóða netverk
Tað er eisini til tín, ið enn gongur í skúla, men hugsar um at virka altjóða – kanska við gransking, menning ella nýskapan

Kom í Kongshøll 2. juni kl. 9.00 og hoyr meira um evropeisk netverk og hvussu tú kann luttaka.

Styrk títt altjóða netverk
Eitt gott netverk er lykilin til munadygt altjóða samstarv um gransking og nýskapan.

COST byggir netverk fyri granskarar og nýmennarar við tí endamáli at styrkja europeisku førleikarnar at granska og menna nýggja tøkni og royna at loysa samfelagsligar avbjóðingar.

Á tiltakinum “COST Awareness event” fært tú vegleiðing um hvat og hvussu. Greitt verður frá væleydnaðum netverkum, og tú fært høvi at seta spurningar beinleiðis til COST-umboð.

Kom í Kongshøll á Fróðskaparsetrinum tann 2. juni kl. 9:00.

Expand your international network
A good network is key to successful international collaboration in research and innovation.

COST provides networking opportunities for researchers and innovators in order to strengthen Europe’s capacity to address scientific, technological and societal challenges.

The COST Awareness event will guide you through the what’s and how’s. You will hear success stories, and you will have the opportunity to ask questions directly to COST representatives.

Join us in Kongshøll on 2nd June at 9.00.


Skráin hevur leinki til tilfar um COST

Tilmelding her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.