Skriva út
Lagt út: 28.09.2023

Stuðulsfreistir í 2023/2024

Tað eru fleiri møguleikar at søkja um stuðul til verkætlanir frá Granskingarráðnum komandi tíðina.

Kanningar á arbeiðsmarknaðarøkinum

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, sum kunnu gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Umsóknarfreist er tvær ferðir um árið, næstu ferð 1. november 2023. Les meira og søk her

Havgransking í Norðuratlantshavi

Granskarar á stovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja stuðul frá granskingarskránni Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

9,5 mió. kr. eru tøkar at søkja í hesum umfari og ætlanin er at stuðla 3 verkætlanum.

Umsóknarfreist er 11. desember 2023 kl. 12 føroyska tíð. Les meira og søk her

Gransking - øll øki

Granskarar á stovnum og fyritøkum kunnu søkja um stuðul til gransking frá árligu játtanini á fíggjarlógini. Hetta kann vera til verkætlanir á øllum fakøkjum.

Væntandi vera upp til 7,5 mió. kr. tøkar at søkja í hesum umfarinum.

Umsóknarfreist er 15. februar 2024. Les meira og søk her

Gransking á arbeiðsmarknaðarøkinum

Granskarar kunnu søkja um stuðul til verkætlanir, sum gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir.

Talan kann verða um gransking, ið fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, eins og talan kann vera um gransking í viðurskiftum, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísari vinnu ella á ávísum starvsøki.

Penningurin stavar frá Frítíðargrunninum. Upp til 2,5 mió. kr. eru tøkar at sækja í hesum umfarinum.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2024. Les meira og søk her

Umsóknarportalur

Galdandi fyri allar skipanir er, at umsóknirnar skulu sendast inn umvegis umsóknarportalin gransking.umsokn.com. Her finst eisini eitt samlað yvir komandi freistir til ymsu stuðulsskipanirnar.