Skriva út
Lagt út: 18.02.2019

Stuðul til tvær verkætlanir úr Sjúkrakassagrunninum

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tvær verkætlanir frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunnninum. Onnur játtanin er til eina kanningarverkætlan hjá Stoffskiftisfelagnum og hin játtanin er til eina ráðstevnu hjá Sinnisbata.

Kanna, hvussu nógv hava stoffskiftissjúku

Stuðulin á 148.000 kr. til Stoffskiftisfelagið er til eina kanningarverkætlan, sum kallast: “Hvussu nógv hava stoffskiftissjúku í Føroyum”. 

Stoffskiftisfelagið stendur fyri verkætlanini, sum fer at verða framd í samstarvi við Herborg Líggjasardóttir Johannesen, serlækna í endokrinologi á Landssjúkrahúsinum sum verkætlanarleiðara.

Stoffskiftisfelagið sigur m.a. soleiðis um verkætlanina:

“Endamálið við kanningini er at lýsa, hvussu nógv fólk í Føroyum hava trupulleika við stoffskiftinum, og at kanna títtleikan av ov høgum og ov lágum stoffskifti. Í øllum heiminum eru fólk við stoffskiftissjúkum, men títtleikin av ymsu sjúkunum er tengdur at geografiska umhvørvinum, har tey búgva.

Kanningararbeiðið skal finna fram til, hvør lýkur tey diagnostisku kriteriini fyri at hava ov lágt ella ov høgt stoffskifti seinastu tíggju árini. Eisini skal avgerast, nær diagnosa varð staðfest.  Ella sagt á annan hátt snýr kanningin seg í høvuðsheitum um at finna útav, hvussu nógvir føroyingar árliga fáa staðfest stoffskiftissjuku, árs-títtleikan. Tá vit kenna títtleikan ár fyri ár yvir eitt tíggjuáraskeið ber til at siga nakað um rákið í sjúkunum – vaksa tær, minka tær ella eru tær óbroyttar. Eisini skal kanningin vísa, hvussu nógv fáa heiluvág fyri ov høgt ella ov lágt stoffskifti.

Kanningin skal byggja á ta gransking, ið Amalia Danielsen gjørdi í 2006-2010 undir FarGen.”

Ráðstevna: “Lívið tætt at sálarsjúku”

Stuðulin á 30.000 kr. til Sinnisbata er til ráðstevnu við heitinum: “Lívið tætt at sálarsjúku”. Turid Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari hjá Sinnisbata, er verkætlanarleiðari. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum 13. mars frá kl. 13 til 17. 

Sinnisbati sigur m.a. soleiðis um ráðstevnuna:

“Samanumtikið vilja vit við ráðstevnuni “Lívið tætt at sálarsjúku”:

- lýsa, hvussu sálarsjúka ávirkar familjuna
- kunna um, hvat tað ber í sær at vera avvarðandi (úr ymsum sjónarhornum)
- bróta tabu – vit skulu tora at seta orð á støðuna
- umrøða á hvønn hátt avvarðandi kundu verið ein partur av viðgerðini

Á ráðstevnuni verða fakfólk og avvarðandi, sum siga frá og leggja fram. Tað verða framløgur, samrøður og orðaskifti. Øll eru vælkomin á ráðstevnuna - bæði fólk við sálarsjúku, avvarðandi, fakfólk, stovnar, myndugleikar og onnur áhugaði.”