Skriva út
Lagt út: 12.02.2016

Stuðul til Kvinnuhúsfelagið og MBF

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tvær umsóknir frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, tilsamans umleið 400 tkr. Hetta er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. 
 
Kvinnuhúsfelagið – royndir frá 25 ára arbeiði
Kvinnuhúsfelagið hevur fingið játtað kr. 305.760 til kanningarverkætlan við heitinum “Kvinnuhúsfelagið – royndir frá 25 ára arbeiði”.

Felagið skrivar m.a. soleiðis um verkætlanina:
“Kvinnuhúsfelagið hevur seinastu 25 árini savnað databløð um tær kvinnur, ið hava søkt hjálp frá Kvinnuhúsinum. Talan er um data, ið eru latin sjálvboðið, og sum ikki kunnu peika aftur á nakran ávísan persón. Hesi data kunnu lýsa, hvør tað er sum søkir sær hjálp á Kvinnuhúsinum og siga eisini nakað um orsøkirnar aftanfyri. Fyrsta endamálið við hesi verkætlan er at talgilda databløðini, eini 25.000 í tali. Síðani er ætlanin at lýsa og greina hesi data, og harvið fáa eitt haldgott innlit í tær umstøður, ið harðskapsraktar kvinnur hava.

Harðskapur móti kvinnum er ein týðandi samfelagsligur trupulleiki, sum umframt álvarsligar persónligar avleiðingar hevur stórar kostnaðir við sær í heilsu- og almannaverki. Verkætlanin hevur tí eisini til endamáls at fáa innlit í eitt nú slag av harðskapi, um orsøkir og um sosialt-heilsuligar avleiðingar. Tá talan er um eina datamongd yvir eitt langt áramál, ber eisini til at síggja, hvørt hesar umstøður hava broytt seg yvir tíð. Hesi viðurskifti verða viðgjørd og lýst í eini frágreiðing. Samstundis gerst eitt rúgvismikið tilfar tøkt til vitan og kunning um hendan álvarsliga samfelagsliga trupulleika.

Verkætlanin er ætlað at stuðla undir føroyska heilsuøkið við at menna vitanina um orsøkirnar aftanfyri harðskap móti kvinnum og hugsað at verða grundarlag undir ítøkiligum átøkum fyri, hvussu hesin samfelagsligi trupulleiki betri kann handfarast.”
 
MBF – Bók um rættindi hjá einstaklingum sum bera brek
MBF hevur fingið játtað kr. 95.000 til upplýsandi bók til almenningin, við denti á skúlar, útbúgvingarstøð og heilsuverk. Bókin tekur støði í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Ætlanin er at bókin skal koma út í 2016.

Felagið skrivar m.a. soleiðis um verkætlanina:

“ST sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, lýsir tey rættindi, ið fólk hava í samfelagnum, men tó eru tað rættiliga nógv, ið ikki kenna hesi rættindi.

Við hesari bók ynskir MBF at varpa ljós á støðuna hjá fólki, ið bera brek i Føroyum, og upplýsa bæði innan skúla og annars úti í samfelagnum um týdningin av, at øll kenna síni rættindi.

Felagið heldur, at tað er av alstórum týdningi, at ein bók við støði í ST sáttmálanum er væl gjørd og í góðari góðsku. Eisini verður mett, at tað er umráðandi at gera bókina á ein hátt, ið skapar áhuga fyri rættindum hjá fólkum, ið bera brek.

Við vitanini, ið hendan bók vónandi kemur at geva øllum føroyingum, vóna vit, at vit fara at síggja eina hugburðsbroyting til tað at bera brek, og at fólk, ið bera brek, hava somu rættindi í einum inkluderandi samfelag sum øll onnur, og at fólk, ið bera brek kenna síni rættindi.“
 
Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.
Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her 

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.