7c43ab2e65964afcf679a555b9d70f0c.jpg
Skriva út
Lagt út: 25.08.2013

Stuðul til krabbameinsgransking

Nordic Cancer Union letur árliga stuðul til krabbameinsgransking í norðurlondum. Komandi umsóknarfreistin er 2. september á middegi norska tíð.

Á heimasíðu felagsins verða raðfestu økini og treytirnar nærri lýstar. Stuðul verður latin til økini epidemiologi, heilsuframa og/ella rehabilitering av krabbameinssjúklingum. Harafturat kann stuðul latast til verkætlanir, sum leggja stóran dent á norðurlendskt samstarv innan krabbameinsgransking.

Umsóknir skulu latast inn umvegis talgildu skipanina hjá NCU. Neyv krøv eru um ymisk fylgiskjøl.

Les meira um møguleikar og krøv á ncu.nu

Til ber at seta seg í samband við NCU umvegis teldupost á  ncu@kreftforeningen.no ella við at ringja til +47 90 18 91 26. Eisini ber til at venda sær til Krabbameinsfelagið ella til Granskingarráðið, til dømis fyri at fáa góð ráð um praktisk viðurskifti og møguleikar fyri samfígging.

Komandi freistin er sum nevnt 2. september 2013 á middegi norska tíð. Roknast kann við, at møguligt verður at søkja aftur í september 2014.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum