Skriva út
Lagt út: 14.09.2022

Stuðul til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaði

Nú ber til at søkja stuðul frá Granskingarráðnum til smærri kanningar og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um kanningar og gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Stuðul til kanningar og gransking

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at peningurin skal býtast soleiðis:

3 milliónir krónur verða settar av til smærri kanningarverkætlanir

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, og til ber at søkja um millum 100.000 og 300.000 kr. Umsóknarfreist verður í fyrsta umfari 2 ferðir um árið, 1. nov. og 1. mai. Faknevndin viðger umsóknirnar á fundi í seinnu helvt av mai og fyrst í desember. 

7 milliónir krónur verða settar av til granskingarverkætlanir.

Granskarar kunnu søkja saman við granskingarstovnum í Føroyum. Freistin verður tann sama sum til stuðul til gransking, tað er 15. februar, og krøvini tey somu generelt, undantikið sjálvt fakliga økið, sum verður orðað við støði í reglugerðini.

Peningurin kemur úr Frítíðargrunninum

Við broytingini í frítíðarlógini á vári 2022 varð gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin og lata fæ grunsins, ið er 10 milliónir kr., til Granskingarráðið at umsita.

Peningurin skal brúkast til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis og Vinnumálaráðnum hevur gjørt.

Reglugerðin um stuðulin kann takast niður her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.