Skriva út
Lagt út: 09.07.2020

Stuðul til havgransking leysur at søkja

Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi.

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 mió. kr. av næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovara og djúpra rákið í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.  

Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul frá granskingarskránni. Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum londini um havgransking. Tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.

Fyrsta umfar

Granskingarráðið hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna. Ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, 4 mió. kr., ið eru tøkar í ár.  

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 2 mió. kr, og tí verður stuðul væntandi latin til tvær ella tríggjar verkætlanir í ár.

Granskingarstovnar í í minsta lagi tveimum av teimum trimum londunum skulu vera við í hvørjari verkætlan. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her.

Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið kann heintast her.