Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2026
Granskingarráðið lýsir eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi - MARiNAO. Granskingarskráin er fíggjað av donsku stjórnini og eggjar til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.
Sóknast verður eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at rygginum millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland, subpolara havstreyminum og Norðurhøvum.
Stórar veðurlagsbroytingar fara fram í Arktis og Norðuratlantshavi, sum hava víðfevndar avleiðingar fyri havstreymar, vistfrøðiskipanir, lívfrøðiligt margfeldi, strandasamfeløg, fiskivinnu og aðrar vinnur, ið eru tengdar at havinum. Stórur tørvur er á gransking, sum kann økja vitanina um veðurlagselvdar broytingar í Norðuratlantshavi og avleiðingar av teimum fyri vistfrøðina í havinum.
Norðuratlantshavið er felags havøki, sum bindur Grønland, Føroyar og Danmark saman og tí hevur við sær felags granskingaráhugamál og møguleikar fyri at sameina servitan, eygleiðingar og infrakervi. Sóknast verður eftir samstarvsverkætlanum, sum styrkja vísindaliga samstarvið millum londini og skapa meirvirði við felags gransking.
Upp til 15 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari. Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 5 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin trimum verkætlanum.
Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.
Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.
Umsóknarfreist er 17. mars 2027 kl. 12 føroyska tíð.
Ferðastuðul
Lýst verður eisini eftir umsóknum um ferðastuðul til netverks- og miðlingarvirksemi í sambandi við granskingarverkætlanir, sum fáa ella hava fingið játtan frá MARiNAO havgranskingarskránni. Stuðulin kann eitt nú fevna um luttøku á viðkomandi ráðstevnum, har granskingarúrslit verða løgd fram í størri ella smærri bólkum, luttøku í kjakfundum og undirvísing á ph.d. skeiðum.
600.000 kr. eru tøkar til ferðastuðul í 2026/2027. Í mesta lagi 30.000 kr. verða latnar í stuðli til hvønn persón. Granskingarráðið viðger umsóknir um ferðastuðul eina ferð um mánaðin.
