Skriva út
Lagt út: 01.04.2022

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi 2022

Lýst verður eftir umsóknum til granskingarskránna Havgransking í Norðuratlantshavi. Hetta er seinna av tveimum umsóknarumførum í granskingarskrá, sum er fíggjað av donsku stjórnini fyri at eggja til granskingarsamstarv millum Grønland, Føroyar og Danmark.

Vit sóknast eftir umsóknum við denti á havgransking, ið er tengd at, tó ikki avmarkað til, ryggin millum Grønland, Ísland, Føroyar og Skotland.

Ryggurin er eitt týðandi jarðfrøðiligt mark millum Norðuratlantshav og lágarktiska havøkið.

Økið er sera fjøltáttað og vísindaliga áhugavert fyri londini á Rygginum. Tí sóknast vit eftir tvørvísindaligum samstarvsverkætlanum millum Grønland, Føroyar og Danmark um Ryggin.

Stuðul verður latin til verkætlanir í havvísindum, til dømis í alis-, evna- ella lívhavfrøði, íroknað evni sum havsúrgan og veðurlagsbroytingar, havvistskipanir ella lívfrøðiligt margfeldi. Vit eggja til at senda inn umsóknir, ið leggja afturat verkætlanunum, sum longu eru stuðlaðar á hesi skránni - sí yvirlit her

Í sambandi við ph.d. ella post.doc. verkætlanir mæla vit staðiliga til granskingaruppihald í minst tveimum av teimum trimum londunum.

7,8 mió. kr. eru leysar at søkja í hesum umfari.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er 3,9 mió. kr. Stuðul verður væntandi latin 2-3 verkætlanum.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum sæst her.

Umsóknir skulu sendast umvegis umsóknarportalin.

Umsóknarfreist er 25. august 2022 kl. 12 føroyska tíð.