Skriva út
Lagt út: 26.11.2013

Stuðul til granskingartól at nýta í iNOVA

Í sambandi við, at Vinnuframi hevur fingið til uppgávu at útvega tól at seta í Granskarasetrið, verður við hesum lýst eftir náttúruvísindaligum granskingarverkætlanum.

Endamálið við hesum átaki er at menna gransking í Føroyum við at útvega framkomin tól til granskingarverkætlanir. Tað verður sostatt møguleiki hjá fyritøkum og stovnum hvør sær ella saman at fara í holt við nýggjar granskingarverkætlanir í iNOVA.

Vinnuframi útvegar einans tól til verkætlanina. Annar kostnaður í sambandi við verkætlanina verður hildin av umsøkjara.

Leigusáttmáli verður gjørdur við iNOVA í sambandi við verkætlanina.

Ein ráðgevandi bólkur verður settur at meta um innkomnu umsóknirnar og gevur síðani sítt tilmæli til stýrið í Vinnuframa til endaliga støðutakan.

Umsóknirnar skulu í minsta lagi lýsa:
• Endamál við verkætlanini
• Verkætlanarleiðari
• Væntað ítøkilig úrslit av verkætlanini
• Nágreinilig tíðarætlan
• Samstarvsfelagar
• Lýsing av tilfari, tólum og mannagongdum, ið verða nýttar í verkætlanini
• Rakstrarætlan yvir alt verkætlanartíðarskeiðið við lýsing av fíggingarleistinum
• Lýsing av, hvussu viðkomandi tól kann nýtast á annan hátt ella til annað endamál, annaðhvørt við síðuna av granskingarverkætlanini ella eftir verkætlanina.

Um tørvur er á meiri upplýsingum og kunning, ber til at seta seg í samband við Regin W. Dalsgaard, stýrisformann, á telefon 596061, ella teldupost: vinnuframi@vinnuframi.fo

Umsóknin skal vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi tann 20. januar 2014.