Skriva út
Lagt út: 06.06.2016

Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum - freist 1.9.2016

Lýst verður eftir umsóknum til stuðul til gransking og menning frá Høvuðsøki 2 hjá  Sjúkrakassagrunninum. Freistin at søkja er 1. september kl. 12 føroyska tíð.

Granskari kann saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan raðfest økir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað eru í hesum umfarinum upp til 2,6 mió. kr. tøkar til gransking og menning á tveimum raðfestum økjum: Hjartasjúkur og Krabbamein

Epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Sum meginregla verður í mesta lagi latin stuðul til 2/3 av verkætlanini. Í heilt serligum føri kann verða latið upp til 100% í stuðli til granskingarverkætlanir fíggjaðar úr Sjúkrakassagrunninum. Viðfígging frá øðrum gevur fyrimun.

Allur játtaður stuðul skal nýtast í Føroyum, undantikið útreiðslur til ferðing, skeið og ráðstevnur.

Overhead kann í mesta lagi vera 10% av lønarútreiðslunum.

Minsta stuðulsupphædd, sum kann veitast til hvørja verkætlan innan raðfestu økini, er kr. 150.000, og latast kann í mesta lagi kr. 1.500.000.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.


Hetta er triðja og fyribils seinasta stuðulsumfarið frá Høvuðsøki 2 úr Sjúkrakassagrunninum. 13 verkætlanir hava higartil fingið stuðul frá Høvuðsøki 2 úr Sjúkrakassagrunninum. Sí yvirlitið her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.