Skriva út
Lagt út: 11.12.2019

Stuðul til gransking játtaður úr Sjúkrakassagrunninum

Granskingarnevndin hevur á fundi 5. desember 2019 játtað stuðul til fimm verkætlanir á heilsuøkinum. Tilsamans eru játtaðar 4 mió. kr. í seinasta umfarinum á Høvuðsøki 2 hjá Sjúkrakassagrunninum.

Maria Skaalum Petersen hevur fingið játtað kr. 851.734 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Mikrobiom og Parkinson’s sjúka”.

Turið Hammer hevur fingið játtað kr. 828.856 til verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu við heitinum ”Grundir til og kostnaður av høga títtleikanum av tarmbrunasjúkum í Føroyum”.

Eina H. Eliasen hevur fingið játtað kr. 1.076.896 til ph.d.-verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Fróðskaparsetrinum við heitinum “Heilsustøðan hjá sjeyti og áttati ára gomlum føroyingum úr einum objektivum og subjektivum sjónarhorni”.

Jacobina Kristiansen hevur fingið játtað kr. 816.745 til ph.d.-verkætlan á Fróðskaparsetrinum  og Landssjúkrahúsinum við heitinum ”Ávirkan av langtíðarvenjing á blóðstorknan hjá sjúklingum við hjartaæðrasjúku”.

Sjúrður F. Olsen hevur fingið játtað kr. 398.648 til verkætlan á Fróðskaparsetrinum við heitinum ” Frá føðing til ellisár: Íløga í granskingartilfeingi til at lýsa heilsu hjá føroyingum frá millumkrígsárunum”.

Stuðul frá Høvuðsøki 2 í Sjúkrakassagrunninum

Játtanirnar eru latnar frá høvuðsøki 2, ið er eitt av trimum høvuðsøkjum, sum fæið hjá niðurlagdu sjúkrakassunum skuldi lutast út til. Høvuðsøki 2 fevnir um gransking og menning á heilsuøkinum í Føroyum.

Játtaninar vóru latnar eftir tilmæli frá faknevndini, sum er sett at meta um umsóknir um stuðul frá Sjúkrakassagrunninum.

Í hesum umfarinum varð møguligt at søkja stuðul á øllum fimm raðfestu økjunum. Eitt krav fyri at kunna fáa játtað stuðul er, at tað verður mett sannlíkt, at verkætlanin kann menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað komu fjúrtan umsóknir inn í hesum umfarinum, av hesum fingu fimm játtað stuðul. Ein játtanarpartur á ein góðan triðing er nakað hægri enn miðal fyri Granskingargrunnin.


Tilsamans 21 verkætlanir stuðlaðar

Í 2014 vóru settar 11,8 mió. kr. av til Høvuðsøki 2. Hesar hava verið játtaðar til verkætlanir í fýra umførum. Ein partur av uppruna játtanini var sambært leiðreglunum bundin í 5 ár. Í apríl 2019 var restfæið, umleið 2.8 mió. kr., leysgivið. Hendan upphæddin og afturgoldin stuðul frá tveimum steðgaðum verkætlanum varð lutað út í hesum seinasta umfarinum fyri Høvuðsøki 2.

Yvirlit yvir allar játtaðar verkætlanir sæst her


Stuðul enn tøkur á Høvuðsøki 1

Tað ber enn til at søkja stuðul til smærri verkætlanir, tiltøk og átøk frá Høvuðsøki 1. Les meira um treytir og møguleikar her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.