Stuðul til gransking í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki 2026
Vit lýsa eftir umsóknum til granskingarskránna FASDiNA – stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic.
Fólkatingið hevur játtað fígging til FASDiNA skránna fyri tíðarskeiðið 2023-2028. Granskingarráðið fyrisitur eftir avtalu hesa skránna.
Hetta er triðju ferð, at lýst verður eftir umsóknum til skránna. Tøka játtanin í hesum stuðulsumfarinum er upp til 8 mió. kr. Ætlanin er at stuðla upp til tveimum granskingarverkætlanum og seks styttri greiningarritum – Policy Papers - og/ella styttri granskingarverkætlanum, sum skulu fáa til vega nýggja vitan og styrkja granskingarnetverk á økinum.
Endamálið við skránni
Yvirskipaða endamálið er at skapa nýggja vitan um uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum. Eisini er endamálið at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økinum.
Harafturat vil skráin stuðla førleikamenning í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Føroyum og Grønlandi umvegis ph.d. og postdoc verkætlanir.
Fyri at økja vísindaliga vitanargrundarlagið í Føroyum, Grønlandi og Danmark er ætlanin at stuðla arbeiðinum við nøkrum greiningarritum og/ella styttri granskingarverkætlanum. Hesi eru hugsað at styrkja netverk og skapa grundarlag fyri langtíðar granskingarførleikar og samstarv.
Karmar
Yvirskipaðu broytingarnar í altjóða geopolitisku støðuni ávirka beinleiðis arktiska økið. Hetta hevur skapt ein átrokandi tørv á at menna vitan, dátur og granskingarførleikar fyri at skilja og kunna handfara nýggja trygdarveruleikan í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Við ymsu landafrøðiligu støðunum, søguligu royndunum, altjóða samstørvunum, valdsdynamikki og mótstríðandi áhugamálunum á summum økjum er gransking avgerandi fyri avkláring og samanhang.
Øktur geopolitiskur áhugi og økt virksemi hjá stórveldum ávirka í alsamt størri mun Føroyar og Grønland gjøgnum handilsligt, politiskt og annað samskifti og samstarv. Hesi uttaneftir komandi árin kunnu ávirka bæði innanhýsis og uttanhýsis viðurskifti, sum hava týdning fyri sambandið millum Føroyar, Grønland og Danmark.
Vit sóknast eftir umsóknum á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur, fyrst og fremst, tó ikki avmarkað til, evni sum samfelagsligar broytingar, handil, sivil og hernaðarlig trygd, talgildur og fysiskur infrastrukturur, veitingartrygd, lágspenningspolitikkur, mótstríðandi áhugamál og statsmyndan.
Ávirkan
Verkætlanir, ið fáa stuðul, væntast at geva nýggja vitan og styrkja granskingina á økjunum uttanríkisviðurskifti, trygd og verjupolitikkur í Føroyum, Grønland og Danmark og Norðuratlansøkinum yvirhøvur.
Alt eftir slagi og vavi á verkætlanini eigur íkastið at fevna um dygdargóða gransking; menning av granskingarførleikum; menning av granskingarnetverkum og samstarvi; innsavning, handfaring og deiling av granskingardátum; umframt miðling og býti av vitan, háttaløgum og granskingarundirstøðukervi.
Vegleiðing og treytir
Lýsing eftir umsóknum við vegleiðing og neyvari treytum er at finna her. Umsóknir skulu sendast inn umvegis umsóknarportalin.
Umsóknarfreistin 13. novembur 2026 kl. 12.00 føroyska tíð.
Fígging til granskingarverkætlanir er treytað av, at fíggjarlógin fyri 2027 verður samtykt av Fólkatinginum.
