Skriva út
Lagt út: 18.05.2017

Stuðul til gransking í hjartasjúkum og krabbameini

Nú er aftur høvi hjá granskarum saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning á raðfestum økjum, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Tað eru í hesum umfarinum upp til 2 mill. kr. tøkar til gransking og menning á tveimum raðfestum økjum, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Økini eru 

•   Hjartasjúkur, gransking / kanning av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldin til hjartasjúkur, fyribyrging og viðgerð.
•   Krabbamein, epidemiologiskar kanningar / gransking innan krabbameinsøkið

Umsóknir skulu vera Granskingarráðnum í hendi í seinasta lagi 1. september 2017 kl. 12 føroyska tíð.

Les meira um møguleikar og treytir her.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.