Skriva út
Lagt út: 01.07.2020

Stuðul til gransking í havi og klima í Norðuratlantshavi

Á donsku fíggjarlógini eru settar 25,5 mió. kr. av næstu 4 árini til eina granskingarskrá um gransking í havi og klima í Norðuratlantshavi.

Granskingarráðið hevur fingið til uppgávu at umsita hesa skránna. Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Granskingarnevndin hevur gjørt av at lýsa fyrsta partin av játtanini, umleið 4 mió. kr., leysan at søkja í 2020. Umsóknarfreistin verður 21. september kl. 12.

Mesta stuðulsupphæddin er 2 mió. kr. hvør, og tí kann stuðul væntandi latast til 2 ella 3 verkætlanir, alt eftir vavi og stødd.

Ætlanin við granskingarskránni er, at hon skal byggja omaná verandi gransking og úrslitini skulu kunna skapa økta vitan um havið, havstreymar og fiskastovnar í Norðuratlantshavi.

Tað er ein treyt, at skráin fevnir um føroyskar, grønlendskar og danskar granskingarstovnar við tí endamáli at styrkja sínámillum samstarvið um havgransking.

Í næstum verður ein neyvari lýsing og mannagongd kunngjørd.