Skriva út
Lagt út: 16.06.2022

Stuðul til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, og Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, skrivaðu í gjár undir avtalu um at umsita stuðul til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Við broytingini í frítíðarlógini í vár er gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin, og fæ grunsins, ið er 10 milliónir kr. verður, saman við møguligum rakstraravlopi, flutt Granskingarráðnum at umsita.

Peningurin skal brúkast til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrismaðurin hevur gjørt.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Granskingarráðið fegnast um, at umstøðurnar at granska í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum við hesum verða munandi betri. Higartil hevur ikki verið granskað nógv á hesum øki í Føroyum, men tað verður nú broytt.

Granskingarráðið fer nú undir tosa við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og síðani at fyrireika lýsing eftir umsóknum.

Reglugerðin um stuðulin kann takast niður her