Skriva út
Lagt út: 07.11.2019

Stuðul til gransking 2020

Umsóknarfreistin at søkja stuðul til gransking í 2020 er leygardagin 15. februar kl. 12 føroyska tíð.

Stuðul kann eftir umsókn verða latin:
- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum:
- Ph.d.-verkætlanir
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið ganga um fleiri ár
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- granskingarverkætlanir, sum fevna um vinnumenning og vinnugransking

Les meira um treytir og hvat stuðul kann søkjast til her

Krøv til umsóknir

Umsóknir skula skrivast á enskum á serligt oyðublað, ið kann heintast her. Eisini er skrivlig vegleiðing at finna her

Umsóknir skulu sendast við telduposti til gransking@gransking.fo innan ásettu freistina. 

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Stuðul til 8-12 verkætlanir

Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking.

Seinastu mongu árini hevur talið av verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul, ligið millum 8 og 12 árliga. Eitt yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir sæst her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.