Skriva út
Lagt út: 20.12.2012

Stuðul til gransking 2013 - freist 15. februar kl. 12

Nú fíggjarløgtingslógin fyri 2013 er samtykt, er greitt, at tað verða góðar 6 mió kr tøkar í Granskingargrunninum at stuðla nýggjum granskingarverkætlanum. Umsóknarfreistin er 15. februar kl. 12 føroyska tíð.

Eins og undanfarin ár skulu umsóknir skrivast á serligt oyðublað, saman við fylgiskjølum gerast til eitt pdf skjal og sendast okkum við telduposti. Formnliga lýsingin kann lesast her. Umsóknarblað og vegleiðing kann takast niður her.

Vit hava savnað saman nakrar afturvendandi spurningar og svarað teimum á eini síðu, kallað Ofta spurt. Vit mæla umsøkjarum til at kunna seg við hesa síðuna, umframt at lesa sjálva lýsingina, umsóknarblað og vegleiðing væl. Eru fleiri spurningar ella viðmerkingar, ber til at senda okkum ein teldupost á gransking@gransking.fo ella ringja til +298 567800

Kunning um, hvussu tú skrivar umsóknina
Kundi tú hugsað tær at vita, hvussu leiðin frá hugskoti til pengar er, um tú kundiumhugsar at søkja stuðul út Granskingargrunninum?

Granskingarráðið fer at hava ein bás á JobMatch2012, har til ber at hitta starvsfólk okkara. Eisini fer Annika Sølvará, stjóri, at halda eina framløgu um, hvat stuðul kann latast til, hvør kann søkja, hvørji krøv eru til umsóknirnar, umsóknarfreistir og mannagongdir annars. Hendan framløgan verður fríggjadagin 28. desember kl 18.40 í Østrøm. Aftaná  verður høvi at seta ítøkiligari spurningar.