Skriva út
Lagt út: 03.01.2020

Stuðul til at menna umhvørvisgóð evni at basa eplasjúku við

Norska granskingarráðið hevur játtað slakar 5 milliónir norskar krónur til verkætlan hjá til Jens Mortansson Jelstrup Nolsøe, Yngve Stenstrøm og fyritøkuni Ard Innovation. Verkætlanin snýr seg um at menna umhvørvisgóð bioevni, sum skulu nýtast í staðin fyri evnafrøðilig týningarevni til at basa eplasjúkuni PCN.

Verkætlanin kallast "Eco-friendly Biostimulant for Potato Cyst Nematode Disinfection - CystLab".

Játtanin kemur frá skránni ”Kommersialisering fra offentlig finansiert forskning”. Tað vóru umleið 135 mió. kr. játtaðar til 23 ymsar verkætlanir. Sí yvirlitið her

Stutt um verkætlanina

Granskarar á NMBU hava skapt nýggjar sambindingar, sum kunnu verða brúktar í staðin fyri eitrandi plantuverjuevni til at basa eplasjúkuni Potetcystnematode (PCN), eisini kallað eplaálur. Tað verður mett, at PCN hevur við sær ein árligan miss í alheims eplaframleiðsluni uppá 10%, svarandi til á leið 30 mió. tons av eplum árliga.

PCN ger bløðrur, sum kunnu liggja hvílandi í moldini í upp til 32 ár og bíða eftir eini eplavertsplantu. Um PCN verður staðfest, so skal økið leggjast brakk fyri eplaframleiðslu í 40 ár.

Nýggju sambindingarnar nýta lívmenningarmekanismur og lumpa PCN bløðrurnar at klekjast á natúrligan hátt uttanum framleiðslurásina hjá bóndunum. Tá eingin eplavertsplanta er tøk, doyr nýklakti eplaálurin av svongd uttan at hava fullført sína lívsringrás.

Sambindingarnar geva eplaframleiðarum møguleikan at basa eplaáli alt árið og at stytta um brakkleggingartíðina frá 40 til 2 ár í mold, har PCN er staðfest. Evnið hjá granskarunum á NMBU er fyrsti umhvørvisgóði viðgerðarmøguleikin til eplaál í staðin fyri evnafrøðilig týningarevni.

Les meira um verkætlanina her

Les um Jens Mortansson Jelstrup Nolsøe í Heilagrunninum

Eplasjukan kend í Føroyum eisini

Eplaálur hevur eisini verið í Føroyum í mong ár. Ein grein um eplaál er at finna í fyrsta Fróðskaparritinum frá 1952. Greinin kallast Eplaálurin. Ein nýggj eplasjúka í Føroyum. Tað er Hans Jacob Jacobsen – Heðin Brú – búnaðarfrøðingur, ið hevur skrivað.

Mynd: (c) Bonsak Hammeraas/Bioforsk