Skriva út
Lagt út: 05.05.2020

Stuðul til at kanna, hvussu Føroyar loftaðu koronakreppuni

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tvær verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.

Onnur verkætlanin í hesum umfarinum kallast: ”Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu - hvussu Føroyar loftaðu koronakreppuni”

Her er ætlanin at kortleggja og greina politiska samskiftið og leiðsluna í sambandi við koronakreppuna í eitt tíðarskeið frá tí, at fyrsti føroyingurin var smittaður av COVID19.

Verkætlanarleiðari er Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Aðrir luttakarar eru Rógvi Olavson, Bárður Larsen og Kári Holm Johannesen. Stuðulin er kr. 68.593

Hin verkætlanin kallast:”Hvussu verður sálarheilsan hjá barnakonum ávirkað av COVID-19 kreppuni og víðkaðu varsemisreglunum hjá Sundhedsstyrelsen.”

Her er ætlanin við spurnarbløðum og samrøðum at fáa barnakonur at seta orð á, hvussu tær hava tað í hesi undantaksstøðuni. Hetta verður gjørt aftaná 28. viku av viðgongutíðini.

Verkætlanarleiðari er Sanne Storm, granskari á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum. Stuðulin er kr. 128.068.

13 verkætlanir stuðlaðar

Hetta er fimta umfar av stuðli frá COVID-19 átakinum. Tilsamans hava nú 13 verkætlanir fingið 2.538.141 kr. í stuðli frá Granskingarráðnum. Sí samlað yvirlit her

Formliga ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir, men tøka stuðulsupphæddin er avmarkað og nakrar umsóknir verða í løtuni viðgjørdar. Hildið verður fram við skipanini, so leingi játtan er tøk til endamálið.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3,1 mió. kr. eru tøkar til átakið. Talið av fyritøkum, sum hava stuðlað, er nú komið uppá 10.

Mynd av tíðindafundi tikin frá in.fo - myndamaður Álvur Haraldsen (c)