Skriva út
Lagt út: 10.09.2014

Stuðul til arbeiðið við Horizon 2020 umsókn

Reglugerðin um fíggjarligan stuðul í sambandi við arbeiðið við Horizon 2020 umsókn er dagførd.

Eins og undanfarin ár hevur Granskingarnevndin gjørt av at játta pening úr Granskingargrunninum, ið kann veitast teimum, sum søkja stuðul úr Horizon 2020. Hetta verður gjørt fyri at lætta um og minka um íløguna hjá stovni ella virki, sum er umsøkjari í Horizon 2020.

Stuðulin er í mesta lagi kr. 35.000 og verður latin fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðinum við einari umsókn, sum fleiri partar luttaka í. Talan er um íkast til lønar- og ferðaútreiðslur, sum eru neyðugar hjá føroyskum luttakarum, sum skulu fáa samband við aðrar luttakarar í somu umsókn.

Stuðulin verður játtaður sambært umsókn við leypandi umsóknarfreist til eingin peningur er eftir. Reglugerðin og umsóknarblað kunnu takast niður her