Skriva út
Lagt út: 27.05.2021

Stuðul latin til fleiri enn 50 útgávur

Granskingarráðið hevur skipan til at stuðla føroyskum vísindastarvi. Stuðulsskipanin ber heitið: Stuðul til útgávu av vísindaverkum o.l.

Síðan skipanin kom í gildi í 2017, er stuðul játtaður til 52 útgávur. Serliga eru tað greinar í altjóða tíðarritum, sum hava fingið fíggjarligt íkast úr skipanini.

Seinastu tvær greinarnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru um laksalús og fiskivinnuna.

Tróndur J. Kragesteen, granskari á Fiskaaling hevur saman við fólki á Setrinum og DTU givið grein út við heitinum: Estimation of external infection pressure and salmon-louse population growth rate in Faroese salmon farms 
Hans Ellefsen á Fróðskaparsetrinum hevur saman við øðrum givið grein út við heitinum: The quest for fisheries governance: Lessons from the Faroe Islands

Á heimasíðuni er yvirlit yvir játtaðan útgávustuðul og leinki til greinarnar, sí her. Greinarnar fevna breitt og flest allir granskingarstovnar eru umboðaðir. 

Stuðulsskipanin er opin fyri umsóknum og hevur ikki nakra fasta freist. Treytir og upplýsing um kravd skjalprógv og umsóknarblað eru at finna her.

Stuðul verður fyrst og fremst játtaður til útgávu av javnlíkamettum (“peer reviewed”) vísindaverkum, ið stuðla føroyskt vísindastarv. Við javnlíkameting er at skilja faklig meting eftir viðurkendum akademiskum siðvenjum. Við vísindaverk er at skilja open access greinar og bøkur, sum monografiir, doktararitgerðir og greinasøvn.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.