Skriva út
Lagt út: 21.05.2015

Stuðul latin til 10 nýggjar verkætlanir í 2015

Granskingarnevndin hevur á fundi 18. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.364.462 til verkætlanir á økjunum mentan, náttúra og náttúrutilfeingi, matur, samfelag og heilsu.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2015, eru:

Mentan
Andriása Dam Joensen: Samstarvandi læruhættir og ávirkan teirra á næmingar, læring, úrslit og ósemjuhandfaring: Ein kvantitativ og kvalitativ kanning av verksetan og eftirmeting av bretsku SPRinG verkætlanini i einum føroyskum høpi.
Ph.d. verkætlan á UCL Institute of Education í London – játtan kr. 693.087

Náttúra og náttúrutilfeingi
Sólvá Jacobsen: Livilíkindi hjá toska- og hýsuyngli á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Havstovuni – játtan kr. 486.375

Debes Christiansen: Virulentur ILA virus aftur ávístur í Føroyum.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – játtan kr. 425.000

Sissal Erenbjerg: Vatnskiftið í Sundalagnum og grannafirðum: Ein modelkanning.
Ph.d.verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 640.000

Matur
Debes Christiansen: Eyðmerking av bakterium í samband við ræsing av skerpikjøti: ein forkanning.
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – játtan kr. 80.000

Samfelag
Runa Preeti Høgnesen: Tvør-tjóðað hjúnarband, samfelag og skapan av kvinnuleika. Ein greining av giftum filippinskum og teilendskum kvinnum í Føroyum og royndum teirra við inklusión og eksklusión.
Ph.d.verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.130.000

Hallbera West: Ábyrgdargering og fólkaræðislig góðska í føroysku politisku skipanini.
Ph.d.verkætlan á Søgu og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 1.130.000

Heilsa
Ulrike Steuerwald: Eru berarar av ílegu fyri glykogengoymslubreki og fólk við lágum karnitini í blóðinum í serligum vanda fyri typu 2 diabetes.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 520.000

Jan Rasmussen: Karnitintrot - kanning av árininum á hjarta og vøddar hjá sjúklingum við CTD.
Verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr. 260.000

Ester Weihe Jacobsen: Psoriasis - Fenotypur og genotypur – hjá føroyingum – kanning av føroyska fólkinum.
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum – játtan kr.1.000.000

44 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 38 mió. kr. 

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2016 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2016. 
Longu 1. september 2015 kl. 12 er freist til at søkja stuðul til heilsugransking úr Sjúkrakassagrunninum. Talan er um høvuðsøki 2. Les meira her.

Tilsamans eru nærum 160 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann varð settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2014 sæst her