Skriva út
Lagt út: 28.05.2013

Stuðul latin til 10 nýggjar verkætlanir

Granskingarnevndin hevur á fundi 27. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar kr. 6.414.899 til verkætlanir innan økini mentan, samfelag, náttúra og náttúrutilfeingi og heilsu.

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2013, eru:

Mentan:
Stephen Pax Leonard: Føroyska málvistfrøðin: Varðveiting av einum minnilutamáli umvegis útvarp og bøkur.
Verkætlan á Trinity Hall, Cambridge, og Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetrinum – játtan kr. 240.000

Jóhannes Miðskarð: Ávirkanin av námsfrøðiligum inkluderandi ráðgevingarsamrøðum (NIRI).
Verkætlan á PAES á Roskilde Universitet – játtan kr. 80.000

Samfelag:
Búi K. Petersen: Mentanar- og stovnsávirkan á arbeiðsmarknaðaratferð: Ein samanberandi tvør-mentanarlig greining av Nýfundlandi og Føroyum.
Ph.d. verkætlan á Memorial University of Newfoundland – játtan kr. 770.179

Náttúra og náttúrutilfeingi:
Sjúrður Hammer: Nýtsla av skúgvaeggum til umhvørviseftiransing í broytingartíðum.
Ph.d.verkætlan á University of Glasgow og Umhvørvisstovuni. – játtan kr. 536.403

Jóhannis Danielsen: Fylgisveinakanning av føroyskum havhesti.
Verkætlan á Havstovuni og Lunds Universitet – játtan kr. 809.180

Jonhard Eysturskarð: Biotøknilig niðurberjing av laksalús.
Verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 600.000

Gunnvør á Norði: Viðurskifti, sum ávirka útbreiðslu av lús kring alibrúk og á firðum.
Verkætlan á Fiskaaling – játtan kr. 516.000

Heilsa:
Maria Skaalum Petersen: Genetiskar orsøkir til Parkinsons sjúku í Føroyum.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 1.039.613

Pál Weihe: Glukosu metabolisma og immunverja hjá vaksnum fólki, sum hava verið fyri dálkingarevnum í móðurlívi.
Verkætlan á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – játtan kr. 850.000

Marija Todorovic Markovic: Klinisk mikrobiologi og smittusjúkur í Føroyum: smittuelvarar, antibiotiskt mótstøðuføri og kliniskar infektiónir (FAPRI-verkætlan)
Ph.d. verkætlan á Landssjúkrahúsinum og á Syddansk Universitet – játtan kr. 973.524

35 umsóknir vóru um stuðul og søkt var um í alt 24 mió. kr. Aftur í ár vóru fleiri sera góðar og viðkomandi verkætlanir, sum nevndin noyddist at geva avslag orsakað av avmarkaða fíggjarkarminum.

Næsta umsóknarfreist verður væntandi 15. februar 2014 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2014.

Tilsamans eru gott 130 verkætlanir stuðlaðar úr Granskingargrunninum, síðani hann var settur á stovn. Yvirlit og status yvir allar verkætlanir, sum hava fingið stuðul til og við 2012 sæst her

Myndin er úr filminum Í síðsta enda eru tað hini forvitnu, ið broyta heimin, sum vann stuttfilmskappingina á Vísindavøku 2012.