Stuðul játtaður til 4 nýggjar havgranskingarverkætlanir
Faknevndin fyri skránna um havgransking í Norðuratlantshavi hevur játtað 14 mió. kr. til 4 samstarvsverkætlanir. Hetta eru fyrstu játtanirnar frá granskingarskránni, sum danska stjórnin hevur játtað stuðul til á donsku fíggjarlógini í tíðarskeiðinum 2020-2023.
Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi. Faknevndin legði stóran dent á styrkt samstarv gjøgnum ph.d. og post.doc. verkætlanir við granskingartíð í øðrum londum.
Talan er um 2 ph.d.-verkætlanir og 2 post.doc.-verkætlanir við luttakarum frá stovnum í Grønlandi, Føroyum og Danmark, umframt Norra og Skotlandi.
Tað komu 16 umsóknir til freistina 21. juni 2021. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum. Hendan nevndin metti, at talan var um fleiri sera góðar verkætlanir, sum kunnu geva okkum nýggja vitan um havið og tilfeingið í Norðuratlantshavi og styrkja enn meira um samstarvið millum londini. Við tøku fíggingini í hesum umfarinum bar til at stuðla 4 teimum hægst mettu umsóknunum.
Cecilie Mauritzen, forkvinna í faknevndini, fegnast um mongu góðu umsóknirnar:
– Tað var gott at síggja, at granskingarumhvørvið hevur loftað hesum møguleikanum og sett saman eina røð av verkætlanum, sum eru í tráð við strategisku og vísindaligu endamálini við hesi granskingarskránni. Vit vóna, at stuðlaðu verkætlanirnar veruliga koma at styrkja vísindaligu fatanina av prosessunum í hesum lívfrøðiliga margfelda, búskaparliga týdningarmikla og veðurlagsliga kjarnuøkinum í heiminum.
Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru
BlueOcean - Blue whiting recruitment, distribution and Ocean-climate processes in the north Atlantic Ridge area
Brian MacKenzie, verkætlanarleiðari. Samstarv millum DTU-Aqua og Havstovuna
Játtan: 3.998.000 kr.
TOPLINK - Marine top predators as ecosystem indicators in the central North Atlantic
Mads Peter Heide-Jørgensen, verkætlanarleiðari. Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, Havstovuna og Københavns Universitet
Játtan: 3.973.000
COPS - Dynamics of Calanus species linked to Oceanographic processes, Predators and Carbon Sequestration
Eilif Gaard, verkætlanarleiðari. Samstarv millum Havstovuna, DTU-Aqua og University of Strathclyde í Glasgow
Játtan: 2.366.250
FjordProcess - Key processes governing pelagic productivity in sub-arctic North Atlantic fjord ecosystems
Eydna í Homrum, verkætlanarleiðari. Samstarv millum Havstovuna, Fiskaaling, Aarhus Universitet og Havforskningsinstituttet í Bergen
Játtan: 3.699.024
Næsta umsóknarfreist verður í juni 2022
Faknevndin fyri havgranskingarskránna hevur gjørt av, at restin av tøku játtanini verður boðin út við freist í juni 2022. Talan verður tá um umleið 8 mió. kr. Væntandi verða treytirnar líkar teimum í hesum umfarinum, tó við møguleika fyri onkrum broytingum. Nærri boð um hetta koma fyrst í mars 2022.