Skriva út
Lagt út: 31.08.2017

Stuðul játtaður LGBT til stovnsetan av sjálvhjálparbólkum

Granskingarráðið hevur játtað LGBT stuðul til serligt átak at stovnsseta sjálvhjálparbólkar fyri føroyingar við aðrari kynsligari sannføring ella samleika enn tí hinskyndu ella cis og at fylgja arbeiðnum hjá hesum bólkum í eitt ár.

Stuðulin, kr. 150.000, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Jan-Terjé Simonsen er verkætlanarleiðari. Verkætlanarskeiðið er eitt ár.

Um verkætlanina

LGBT hevur nýliga gjørt eina kanning millum limirnar av sálarheilsu teirra, sum vísir at føroyskir LGBTarar hava lutfalsliga ringa sálarligar heilsu og á fleiri økjum er støðan skakandi og tørvurin á sálarligari viðgerð stórur.

Felagið hevur við íblástri frá góðum royndum úr øðrum londum søkt stuðul til at seta líknandi bólkar á stovn í Føroyum, soleiðis at føroyskir LGBTarar somuleiðis kunnu fáa møguleika til at betra um sálarligu heilsuna.

Ætlanin er at seta eitt væl útbúgvið toymi við fólkum við hóskandi royndum, sum saman kunnu leiða sjálvhjálparbólkarnar. Talan er her um eitt toymi av sálarfrøðingum, sum kunnu skiftast at leiða bólkarnar eftir tørvi. Samstundis skal ein samskipari verða knýttur at verkætlanini fyri at reka bólkarnar á mest skynsama hátt við m.a. at skipa fyri hølisviðurskiftum, tíðarætlan, samskifti og øðrum fyrifallandi.

Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til seta gongd á sjálvhjálparbólkar, at skjalprógva gongdina og nyttuna og at skapa grundarlag fyri víðari gransking.

Les um LGBT her

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her


Mynd: LGBT