Skriva út
Lagt út: 12.01.2010

Stuðul játtaður 89 verkætlanum 2001-2009


Ein uppgerð av øllum játtanum úr Granskingargrunninum 2001-2009 vísir, at tilsamans 89 verkætlanir eru stuðlaðar í hesum tíðarskeiði.

Tað eru játtaðar 52.360 tkr. Reelt er játtanin tó knappar 50.000 tkr, tí av teimum 89 verkætlanunum eru tað 4, sum av ymsum orsøkum ikki fóru í gongd. Her er játtanin fallin aftur í Granskingargrunnin og er játtað út aftur til nýggjar verkætlanir (89 er íroknað hesar verkætlanir). Summir pengar eru tískil taldir tvær ferðir við í samlaða yvirlitinum

Av teimum 89 játtanunum eru 43 latnar Ph.D. verkætlanum.
 
Talan er um lutvísa ella fulla fígging av verkætlanunum.

Kvinnur hava ábyrgdina av 33 av 89 verkætlanum, t.e. 37%. Í játtanum er talan um 24.855 tkr av 52.360 tkr, t.e. 47%.
 
Yvirlit yvir allar játtanir 2001-2009 og býtt uppá ár kann takast niður í PDF av hesi síðuni

Allar játtanir úr Granskingargrunninum eru skrásettar í dátugrunninum Stuðulsyvirlit, har leitast kann uppá játtanarár, granskingarøki, navn, slag av verkætlan og støðu. Arbeitt verður í løtuni við at útbyggja hendan grunnin við fleiri upplýsingum um úrslitini frá einstøku verkætlanunum.

Mynd - býti av játtan >2001-2009 stabbar

Mynd - býti av játtan 2002-2009 stabbar