Skriva út
Lagt út: 08.03.2016

Stuðul at kanna árin á børn av kyksilvurávirkan í móðurlívi

Tíðindaskriv:  Danska Umhvørvisstýrið hevur játtað Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 2,3 mill. krónur til granskingarverkætlanina “Cognitive deficits at age 8 years associated with prenatal exposure to methylmercury” ella á føroyskum: “Kongnitiv árin á børn um 8 árs aldur av methylkviksilvuri, sum børnini hava verið fyri áðrenn tey vóru fødd”. Samlaða verkætlanin er mett at kosta 3,3 mill. krónur, og tí er søkt um írestandi pening frá øðrum fíggingarkeldum.

Endamálið við hesi kanning er at kanna, um vit longur finna nakað samband millum dálkingarevni í móðurlívi og hvussu heilin starvar. Hetta hava vit áður kannað hjá umleið 2.000 børnum, tá tey vóru um 7-8 árs aldur. Vit funnu tá, at serliga kviksilvurið, sum tað ófødda barnið var fyri í móðurlívið, hevði samband við, hvussu tey kláraðu seg við byrjan av skúlaaldri. Tíverri hava vit sæð, at hesir samanhangir hildu sær, tá børnini vórðu kannað seinni – 14 ár og 22 ára gomul.

Lukkutíð hava føroyskar mammur broytt kostvanar seinastu árini. Tær eta nú munandi minni grind og spik, og tí eru dálkingarevnini í blóðinum hjá mammunum minkað stórliga.

Av teimum mongum børnunum, sum vit fylgja her á deildini, eru tey í kohortu 5 tey yngstu. Tey vóru fødd frá 2007 til 2009. Tað eru hesi børnini, sum vit nú vilja kanna fyri um tað enn ber til at finna nakað árin av dálkingarevnum á teirra miðnervalag. Okkara vón er at kunna prógva, at nú er sambandið horvið, tí bæði mongdin av kviksilvuri og mongdin av lívrunnum evnum, sum børnini hava verið fyri, áðrenn tey komu í heim, er so nógv minni nú vegna fyrivarni møðranna.

Tað verður Ulrike Steuerwald, barnalækni og Fróði Debes, psykologur, sum fara at fremja klinisku kanningarnar. Tá írestandi fígging er funnin, og loyvi fingið frá Vísindasiðsemisnevndini og Dátueftirlitinum, verður verkætlanin byrjað.

Kelda: Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Hoyr samrøðu í tíðindunum hjá Kringvarpinum við Pál Weihe, yvirlækna og professara um kanningarnar her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.