Skriva út
Lagt út: 12.02.2020

Stuðul at granska atferð hjá politikarum

Hallbera F. West, ph.d. í stjórnmálafrøði og útbúgvingarleiðari fyri West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum, hevur fingið játtaðar 722.000 krónur úr Carlsberg-grunninum til at granska atferðina hjá fólkavaldum politikarum.

Granskingarverkætlanin er ein trý ára verkætlan. Hon er eitt framhald av ph.d.-verkætlanini "MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?", sum Hallbera F. West vardi í november 2018. Hendan verktælanin var stuðlað av Granskingarráðnum.

Les meira um nýggju verkætlanina á Carlsbergfondet.dk

Mynd: KVF.fo