Skriva út
Lagt út: 05.05.2008

Stuðul 2008

Nú er aftur møguleiki at søkja um stuðul til gransking, menning og nýskapan úr Granskingargrunninum.

Granskingarráðið hevur á fundi 5.mai gjørt av, at í 2008 eru økini "Mentan", "Náttúra og náttúrutilfeingi" og "Tøkni" raðfest, soleiðis at verkætlanir innan hesi øki hava serligan fyrimun.

Umsóknarfreistin er 1. september kl. 12.

Les meira á síðuni Stuðul 2008.