Skriva út
Lagt út: 06.10.2011

Stórur altjóða áhugi fyri FarGen verkætlanini

Verkætlanin FarGen, sum arbeitt hevur verið við í Føroyum í langa tíð, hevur seinastu dagarnar vakt stóran altjóða áhuga. Miðlar kring allan heim skriva um ætlanirnar at kortleggja mannagenomið hjá føroyingum.

Sambært fólkunum handan verkætlanina er kortleggingin bert fyrsti partur av arbeiðinum. Høvuðsuppgávan er at skilja, hvønn týdning genomið hevur á yvirskipaðu heilsustøðuna og sjúku, einstaklingurin kann hava. Ambitiónin er at kortleggja genomið hjá øllum føroyingum, men byrjað verður við eini forverkætlan við 100 fólkum.

Bogi Eliasen er verkætlanarleiðari fyri FarGen, Pál Weihe, yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, er granskingarleiðari, og Bjarni á Steig, yvirlækni á medicinsku deild á Landssjúkrahúsinum, er kliniskur ábyrgdarhavari.

Til ber at lesa meira um FarGen verkætlanina á Postara sum varð við á Vísindavøkuni 2011

Bogi Eliasen helt 1. oktober fyrilestur um FarGen á árligu ráðstevnuni á Cold Spring Harbor Laboratory um Personal Genomes  Myndin omanfyri er frá hesi ráðstevnuni. Her stendur Bogi Eliasen millum tveir navnframar granskarar, James Lupski (vm) og James Watson (hm)

Les grein hjá Science

Les grein hjá GenomeWeb

Les greinina hjá the Times (krevur hald)

Les grein hjá Fox News