Skriva út
Lagt út: 23.05.2016

Stórur áhugi fyri heilsugransking

Forhøllin á Landssjúkrahúsinum var fullsett hósdagin 19. mai, tá árligi granskingardagurin varð fyriskipaður. Her vóru nógv starvsfólk úr heilsuverkinum, men eisini frá øðrum granskingarstovnum, fyrisiting og annað.

Tóra Petersen, forkvinna í Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum, bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, setti dagin við røðu, har hon m.a. legði dent á týdningin av heilsugransking:

“Uttan kompetent og væl útbúgvin heilsustarvsfólk ber ikki til at veita heilsutænastur. So einfalt er tað. Og í Føroyum trýtur við heilsustarvsfólki, ikki minst læknum. Heilsugranskingin er sjálvt grundarlagið undir útbúgving av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum - og heilsustarvsfólki í heila tikið – og er heilt avgerandi fyri rekruttering og menning av øllum okkara starvsfólkum.

Slóðbrótandi heilsugransking tí eitt fundament í okkara stremban eftir framhaldandi at røkka málinum um einum dygdargóðum heilsuverki til allar føroyingar.”

Hon vísti eisini á, at samgongan fer at seta játtan av til heilsugransking í 2017.

Les alla røðuna her

Nógvar og fjølbroyttar verkætlanir í gongd

Fimm stuttar framløgur vóru um verkætlanir, sum eru í gongd ella sum fara í gongd skjótt. Her varð kunnað um mótstøðuførar bakteriur, um screening av sálarsjúkum fólkum fyri likamligar sjúkur, um arbeiðið at finna nýggjar hættir at staðfesta blóðeitran og um BBAT fysioterapiviðgerð í psykiatriini. Sí yvirlitið her

Hetta er bara ein partur av øllum verkætlanunum, sum eru í gongd á Landssjúkrahúsinum í løtuni. 

Nýggj viðgerð tekur játtan frá øðrum økjum

Síðani var tað Jacob Kjellberg professari, sum helt fyrilestur við heitinum “Hvat kann heilsa kosta.” Hann staðfesti útfrá donskum hagtølum, at játtanin til heilsuøkið hongur neyvt saman við fíggjarstøðu landsins. Tí metti hann ikki, at heilsuverkið kann rokna við, at fáa størri vøkstur í játtanini enn onnur øki og stovnar. Hann vísti eisini við tølum á, at øktu útreiðslurnar farnu nógvu árini í nógv størri mun hanga saman við dýrari og betri viðgerð, enn við, at tað eru fleiri eldri, sum hava tørv á viðgerð. Hann metti, at hendan gongdin fer at halda fram komandi árini.

Tað er greitt, at tað ikki er ella verður tøk játtan til allar tær viðgerðarmøguleikar, sum eru møguligir at bjóða. Tað er eisini greitt, at nógvir nýggir viðgerðarmøguleikar eru sera kostnaðarmiklir, og at skulu hesir nýtast, má játtan takast frá øðrum økjum. Tí noyðast heilsuverk í alsamt størri mun at raðfesta, hvørjar nýggjar viðgerðir kunnu verða tiknar í nýtslu. Hann lýsti, hvussu skipanin í Onglandi við stovnum NICE virkar og hvussu gongdin hevur verið í Danmark seinnu árini. Her hevur Fólkatingið nýliga samtykt 7 nýggj prinsipp fyri raðfesting, sum skulu verða grundarlag undir avgerðum um viðgerðartilboð. Serliga er tað prinsippið “meira heilsu fyri pengarnar”, sum fer at hava týdning. Her verður sagt, at tað skal vera eitt rímiligt lutfall ímillum kostnaðin á nýggja heiluváginum og tað meirvirðið, sum heilivágurin kann væntast at geva í mun til verandi standardviðgerð.

Gongdin í Danmark ávirkar í stóran mun føroyska heilsuverkið, tí Føroyar keypa heiluvág umvegis danska skipan, sum tekur støðu til góðkenning av nýggjum heilivági og samráðist um prís.

Nicolina vann postarakappingina

Tiltakið endaði við at dómsnevnd kunngjørdi, hvør postari var tann besti í ár. Vinnarin var postarin, sum Nicolina Maria Ovadóttir hevði gjørt saman við øðrum. Postarin var um verkætlanina: “Imaging mRNA at the single cell level in archived human biopsies”, sum arbeitt verður við á iNOVA. Verkætlanin er partvís fíggjað úr Granskingargrunninnum. Amanda G. Vang er verkætlanarleiðari. Les um verkætlanina her


Tiltakið var fjølbroytt og riggaði samanumtikið sera væl. Umframt áhugaverdu framløgurnar, var gott høvi at tosa við fólk og at hoyra meira um ymsu verkætlanirnar, sum vóru lýstar á postarum. Tað er Granskingarnevndin á Landssjúkrahúsinum, sum skipar fyri árliga granskingardegnum.