Skriva út
Lagt út: 11.04.2008

Stórur áhugi fyri granskingartíðindum

Síðani heimasíðan hjá Granskingarráðnum varð umskipað í februar, er talið av vitjandi á síðuni støðugt vaksið. Í februar vitjaðu í miðal150 ymiskir brúkarar um dagin síðuna. Nú er miðaltalið omanfyri 350 um dagin.

Tað er serliga síðani Heilagrunnurin varð sjósettur, at talið av vitjanum er farið upp. Fleiri av tíðindunum, sum vit hava sagt frá, stava eisini frá fólkum, sum eru skrásett í skipanini, ella snúgva seg um teirra arbeiði og úrslit.

Seinastu vikurnar, undan og meðan verðurlagsráðstevnan TACC08 var, hevur nógv tilfar verið í føroysku miðlunum um gransking og menning. Ein ørgrynna av áhugaverdum granskingar- og menningararbeiði og -úrslitum eru lýst fyri øllum Føroya fólki. Granskingarráðið fegnast um hetta, tí vit meta, at tað kann verða við at sjónliggera alla føroyska gransking, bæði nú og framyvir.

Á www.gransking.fo fara vit at halda fram við at vísa á nýggj granskingarúrslit, útgávur o.l. Vit frætta fegin frá fólki um ymiskt, sum kundi verið kunngjørt á hesi síðuni, á telduposti gransking@gransking.fo