Skriva út
Lagt út: 02.12.2022

Stórt álit á myndugleikar undir koronu-farsóttini

Heini í Skorini og Herit Albinus hava givið út nýggja vísindaliga grein um álit á almennar myndugleikar undir koronu-farsóttini. Greinin er givin út í danska tíðarritinum Politica, sum verður givið út av Institut for Statskundskab á Århus Universitet og Syddansk Universitet.

Greinin vísir, at føroyingar sum heild vóru væl nøgdir við handfaringina av koronu-farsóttini á sumri í 2021, og at álitið á almennar myndugleikar var stórt undir farsóttini. Greinin er eisini komparativ ella samanberandi, tí somu spurningar vórðu settir í níggju ymiskum londum á sumri í 2021 (Svøríki, Stórabretlandi, Týsklandi, Italia, Føroyum, Danmark, Ungarn, Fraklandi og USA). Sera fáir føroyingar hildu, at tiltøkini vóru ov umfatandi ella at demokratisk rættindi vóru í vanda. Fáir føroyingar hildu eisini, at myndugleikarnir fjaldu viðkomandi upplýsingar um farsóttina. Tey allar flestu søgdu seg ynskja koppseting ímóti koronu, og tey flestu hildu eisini, at landsins myndugleikar hava ført neyðuga politikkin.

Greinin kannar eisini, hvørjir samfelagsbólkar høvdu høgt ella lágt álit á myndugleikar undir farsóttini, og hvørjir faktorar - t.d. aldur, útbúgving ella politisk sannføring – høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu. Greinin vísir, at bæði aldur, útbúgving, átrúni og politisk sannføring høvdu ávirkan á, hvussu fólk svaraðu.

Heini í Skorini er lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, og Herit Albinus er námslektari og búskaparfrøðingur á somu deild. Greinin er gjørd í samstarvi við stóra danska granskingarverkætlan undir heitinum HOPE (How Democracies Cope With Covid), og verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum.

Øll greinin kann lesast her

Talan er um eitt serrit, sum burturav snýr seg um korona-farsóttina. Aðrar greinar snúgva seg um fólksliga atferð undir farsóttini og um eftirspurningin eftir kritiskum journalistikk undir farsóttini. Alt tíðarritið kann lesast her

Og her er enskur samandráttur av greinini:

”The COVID-19 pandemic has illustrated the significance of popular support for – or resistance against – scientific and political authorities in a declared state of emergency. Based on quantitative and comparative surveys, the article examines popular attitudes to COVID-19-related issues in a democratic micronation within the Danish kingdom, the Faroe Islands. Furthermore, the article examines what demographic factors can explain popular support for the way public authorities have managed the pandemic as well as the willingness to get vaccinated. The article concludes that the COVID-19 pandemic has united the Faroese population across partisan, ideological and other demographic cleavages. However, the survey also finds that public opinion is a changeable phenomenon and that well-known cleavages such as political ideology, religion and age might still explain popular disagreements on COVID-19-related issues.”