Skriva út
Lagt út: 14.01.2014

Stórir møguleikar fyri Føroyar í Horizon 2020

Mánadagin 13. januar skipaði Granskingarráðið fyri kunningarfundi um Horizon 2020. NCP-umboðini greiddu frá sjálvari skránni, sum kom í gildi 1. januar 2014, og frá ríku møguleikunum fyri føroyskar stovnar og fyritøkur at søkja stuðul á ymsum økjunum.

Víst var á ítøkilig økir, har til ber at søkja stuðul, eitt nú aling, tilfeingisnýtsla, endurnýtsla av burturkasti, fólkaheilsa og smartar KT-loysnir.

Fundurin á Havstovuni var væl vitjaður, næstan 40 fólk møttu. Mælt varð áhoyrarunum til at kanna møguleikarnar innan síni fakøki beinanvegin, tí fleiri freistir eru longu í vár.
Í næstum er ætlanin at skipa fyri einum kunningarfundi fyri vinnuna, har dentur verður lagdur á nógvu og fjølbroyttu møguleikarnar hjá smáum og miðalstórum fyritøkum.

Til ber at síggja framløguna frá fundinum her

Stovnar og fyritøkur sum eru áhugað at kanna møguleikarnar fyri at søkja um stuðul frá Horizon 2020, kunnu venda sær til Mariu Húsgarð, NCP-samskipara við telduposti til maria@gransking.fo ella við at ringja á tel. 567802.


Slóðir til útboð á aktuellu økjunum fyri Føroyar

KST

Heilsa, demografisk gongd og vælferð – SC 1

BIO - Matvørutrygd, burðardyggur landbúnaður, marin og maritim gransking og lívfeingisbúskapur - SC 2

Trygg, rein og munadygg orka – SC 3

Veðurlagsátøk, umhvørvi, tilfeingisvirkni og rávørur – SC 5

Rúmlig, nýskapandi og hugsandi samfeløg SC – 6

SME Instrument

Granskingarinfrakervi (RI)

Marie Sklodowska-Curie Actions

Hug- og Samfelagsvísindi